Út um landið at vitna um Jesus
Aftur í summar verður høvið hjá fólki í bygd og býi at hoyra boðskapin um Jesus, bornan fram við vitnisburðum, sangi og tónleiki.
Bólkurin, sum aftur í ár skipar fyri hesum útimøtunum, hevur lagt eina ætlan um, hvussu so nógv fólk sum gjørligt skulu kunna hoyra um Jesus. Og tey eru í roynd og veru longu byrjaði – á Eiði í farnu viku og á Sandoynni sunnudagin.
Hetta virkna summarið byrjaði við eini andakt í Korndalsbýlinum á Eiði sunnudagin 16. juni fyri búfólkum og starvsfólkum. Ólavur Jacobsen, trúboðari, innleiddi við einum góðum orði um hetta at venda um til Kristus. Aftaná hevði Alexius Midjord ein vitnisburð, meðan Jens Pauli í Dali enda løtuna við eini bøn. Aftaná ein góðan drekkamunn á sambýlinum, var farið oman til Hólmahúsið á Eiði, har gjørt var klárt til eitt útimøti klokkan 18.
Øll kunnu lurta
Ein partur av hesum útimøtunum er tann nógvi og góði felagssangurin og solosangur. Soleiðis bleivi eisini gjørt her niðri við Hólmahúsið á Eiði. Lagt var fyri við nógvum felagssangi, eins og Magni Christiansen framførdi nakrar kendar sangir. Orðið var boðað, og eisini vóru fleiri vitnisburðar.
Tað stuttliga var, at nógv fólk vóru komin til útimøtið. Parkerings møguleikarnir vóru góðir, so tann sum ikki hættaði sær út, var sitandi í bilinum og lurtaði.
Eitt sum er sermerkt við útimøtunum er, at tað hoyrist eisini væl í bygdini, so at fólk kunnu sita heima við hús og gloppaðum vindeyga og lurta.
– Vit gleðast um at koma út aftur við boðskapinum í sangi og vitnisburðum, bøn og talu. Nú eru møtini í øllum førum byrjaði, og vit hava ætlanar at fara víða um í summar, greiðir Ólavur Jacobsen, trúboðari, frá.
Ein skrá er løgd, men okkurt vantar enn, so broytingar kunnu koma í. Væntað verður tó ikki, at tær verða nógvar.
Skráin fyri summarið er annars henda:
29. juni | Vestmanna kl. 19.00 |
30. juni | Kollafjørður kl. 17.00 |
7. juli | Miðvágur kl. 16.00 Sørvágur kl. 18.00 Sandavágur kl. 20.00 |
14. juli | Hvalvík kl. 16.30 |
21. juli | Tórshavn (við Meinigheitshúsið) kl. 17.30 |
4. august | Selatrað kl. 17.00 |
11. august | Hellurnar kl. 16.00 Oyndarfjørður kl. 18.00 |
16. august | Hósvík |
Øll eru hjartaliga vælkomin til Útimøtini.
Motto fyri útimøtini í ár er tikið út Matteus 18:20: ”Tí at hvar sum tveir ella tríggir eru komnir saman í mínum navni, har eri eg mitt ímillum teirra.”