Útbyggingin gongur framá – ítróttarútgerðin komin

Er hetta ikki bara órudd? Kanska sigur myndin ikki so nógv, men hetta er ítróttarútgerð, sum er komin til nýggju kombihøllina í Nesvík. Arbeiðið er nakað seinkað, men gongur framá. Í dag eru menn millum annað í gongd við at klæða niðasta part av vegginum í høllini við ljóð- og stoytdoyvandi tilfari, meðan aðrir arbeiða uppi undir loftinum.

Útbyggingin er mett at kosta um 30 milliónir krónur og verður fíggjað við gávum. Her sæst meira um útbyggingina. Til ber at tekna seg til fasta mánaðargávu ella at geva eina einstaka gávu. Tað kann gerast her, ella við at venda sær til sín egna peningastovn.

LES EISINI  Myndir frá vígsludegnum
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina