Útgávutiltak í Perluni

Týsdagin 13. juni klokkan 19.00 verður framúr vakra fjallamyndabókin “Tú alfagra land mítt” løgd fram í Perluni í Havn!
Í bókini eru túrar á øllum oyggjunum í Føroyum. Túrarnir eru avmerktir á korti, sum vísir longdina og torleikastøði. Vøkru myndirnar draga ein við á túrin.
Undir framløguni týsdagin syngur Tórfríð Tavsen, myndamaðurin Finleif Mortensen vísir vakrar náttúrumyndir frá túrum sínum, og kaffi og køkur verða at fáa.
Allur ágóðin av bókini fer til útbyggingina av Leguhúsinum í Nesvík.