Úti við brunnin

Í samband við vikuskiftismøtini við Johnn Hardang, sum vóru í Leirvík 21. til 23. apríl, var eitt Leirvíkskór stáplað upp á beinini til júst sama høvi. Ein av sangunum, tey sungu, tekur støði í Jákupsbrunni.

Marius Jacobsen, sum eigur orðini, sigur, at sangteksturin var skrivaður eina náttarvakt í 2014. “Mamma doyði í juni sama ár, og tankar mínir vóru um alt, sum hon var fyri okkum í øllum lívsins avbjóðingum – bæði andliga og likamliga.”

Marius sigur víðari, at sangurin var lagdur í eina skuffu, har hann lá í fleiri ár. “Men í 2022 fekk eg persónliga loyvi at drekka av Jákupsbrunni niðri í Nablus, og tá kom eg aftur at hugsa um sangin. Eg setti meg í samband við Høgna Jógvansson, og hann var kvikur at gera eitt frálíkt lag til sangtekstin “Úti við brunnin”.