Týðandi ord – Føroyskt bíbliumál í 200 ár

Í 1823 varð fyrsta roynd gjørd at umseta Bíbliuna til føroyskt, men hon miseydnaðist. Hetta slóðaði tó fyri eini tilgongd, sum aldrin endar: menningin av einum tíðarhóskandi føroyskum skriftmáli. Talan var um eitt týðandi arbeiði, tí móðurmálið gevur okkum serstøk amboð til at merkja og skilja heimin, sum vit liva í.
Carsten Fonsdal Mikkelsen fer aftur í tíðina og fylgir skiftandi ættarliðum og teirra stríði í at týða Bíbliuna til føroyskt. Hann ynskir at finna útav, hvussu tað gekk fyri seg, tá føroyskt langt um leingi varð innført í landsins kirkjum og samkomum.

LES EISINI  Tey 4 B’ini
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina