Væleydnað 30 ára hald

Vikuskiftið 3.-4. juli var 30 ára hátíðarhald á sjómansheiminum Ørkini í Reykjavík. 
Tað var 2. juni 1991, at Ørkin varð vígd. Ætlanin var at hava hátíðarhaldið fyrst í juni, men vegna koronu avmarkingar, varð tað útsett til fyrsta vikuskiftið í juli.

Í tí sambandi hevði nevndin fund. Eisini varð skipað fyri hugnakvøldi á Ørkini leygarkvøldið klokkan 19.00 við felagssangi, duettsangi við Rannvá og Siggi, andakt, heilsanum og øðrum. 
Ragnar Snar Karlsson fyrrverandi fyristovumaður fekk heilsan og tøkk fyri átta ár á Ørkini. Sum heilsan og tøkk, fekk hann ein málning, sum Hilmar Højgaard hevði málað.
Aftaná var góður drekkamunnur, prát og hugni. Gott 40 fólk vóru við til løtuna.

Sunnudagin, 4. juli, var skipað fyri føroyskari gudstænastu við altargangi í Óháða Safnaðarins kirkju. Sverri Steinhólm, stýrislimur, prædikaði, og Rannvá og Siggi sungu. Aftaná varð bjóðað til góðan drekkamunn á Ørkini. Umleið 40 fólk vóru við til gudstænastuna.
Stýrið og leiðslan fyri Ørkina er væl nøgd við hátíðarhaldið.

Meira verður at frætta frá Ørkini komandi dagarnar.

LES EISINI  Kendist gott at koma á Ørkina
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina