Væleydnað 60+ tiltak

Seinasta leygardag varð árliga 60+ tiltakið hildið í Leguhúsinum í Nesvík. Sløk 200 fólk vóru møtt, og hetta er tað mesta, sum nakrantíð  hevur  verið til hetta tiltakið, siga fyrireikararnir.

Byrjað varð klokkan 9.30 við einum góðum morgunmati, og eftir eina andakt, varð farið oman í høllina, har evnið var “Tey forfylgdu kristnu – og vit”. Øssur Kjølbro og Klæmint Eliassen, sum báðir eru í nevndini hjá Open Doors, greiddu frá og vístu myndir. Tosað varð um støðuna hjá teimum forfylgdu kristnu kring heimin, og hvussu vit kunnu hjálpa teimum.

Eftir ein frálíkan døgurða við desert, varð aftur farið í høllina. Nú varð vístur ein filmur um lívið umborð á línubátinum Reynsatindi. Tað var Ingolf Johannesen úr Sandavági, sum hevði tikið filmin upp síðst í sekstiárunum. Og hann greiddi eisini frá ymiskum hendingum á sjónum. Í filminum var eisini samrøða við Dánial Petur Nielsen, sum var skipari á Reynsatindi í mong ár. 

Eisini var nógvur felagssangur á skránni, væl stuðlaður av nógvum góðum tónleikarum við harmonikum, gittarum og mandolin.

Dagurin endaði við einum góðum drekkamunni og kaku.
So varð tikið samanum áðrenn farið varð til húsa klokkan gott fýra.

LES EISINI  60+ dagur í Nesvík verður 21. mars

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina