Væleydnað “Trúgv og Samfelag” í snotuligu Løkshøll

Jákup E. Petersen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.


Mikukvøldið tann 19. oktobur 2022 fór nýtt tiltak av bakkastokki hjá Háskúlanum í Nesvík. Talan er um fyrilestra- og kjaktiltakið ”Trúgv og Samfelag”, ið hesaferð snúði seg um átrúnað í almenna rúminum. Hvønn leiklut hevur átrúnaðurin í tí almenna? Og hvønn leiklut eigur ella kann átrúnaðurin hava í tí politiska? Ella skal hann avmarkast atgongd í tí almenna rúminum?

Nakað omanfyri 200 fólk høvdu leitað sær í snotuligu hølini í Løkshøll, og kenslan í rúminum var góð, tí hetta hevði dám av virðiligum kjaki um eitt evni, sum er so grunnleggjandi fyri, hvussu vit skulu liva við okkara sannføringum, tá ið vit virka í almenna rúminum. At ríka okkum vitið og løtuna, høvdu vit fingið teir serkønu á økinum, Jógvan Fríðriksson, biskup og Heina í Skorini at leggja fyri við hvør sínum fyrilestri og eftir tað kjakaðust Ruth Vang, Jaspur Langgaard, løgtingslimir og Sjúrður Skaale, fólkatingslimur – undir leiðslu av orðstýrara, Ova Brim.

LES EISINI  Seniorháskúli - Bíbliuskeið

Hetta var ikki ein valfundur, hóast Fólkatingsvalið er í hondum, men eitt kvøld í eini røð, har vit eina aðruferð hoyra nýggj serkøn og aðrar politikkarar.

“Ræðuligar gerðir eru gjørdar í navninum á átrúnaði, men sekularisma hevur ikki prógvað seg at vera ein bati”

Making sense og God, 2016


Soleiðis tekur Timothy Keller til í bók síni, og tað ger hann í viðger av vanliga uppáhaldinum av, at átrúnaður er skaðiligur fyri samfelagið og at vegurin fram ístaðin skal vera køld vísind og aðrar vísindir. Hann vísir til ein tann stórsta týska heimspekingin í farnu øld, Jurgen Habermas, ið einastaðni hevur skrivað:

“Idealini um frælsi…samvitskufrælsi, menniskjarættindi og fólkaræði eru beinleiðis arvur frá jødiska etikkinum um rættvísi og kristna etikkinum um kærleika…til henda dag finnast ongi alternativ

Time of Transitions, 2006

Sterkt uppáhald, sum gevur orsøk at steðga á, um man er av tí fatan, at átrúnaður er skaðiligur í almenna rúminum. Átrúnaður kann vera gagnligur viðspælari og mótspælari í einum samfelag. Hví? Tí vísindi gevur svar uppá veruleikan, sum hann er, og ongantíð sum hann burdi verið. Til tað hava vit tørv á øðrum amboðum, harav átrúnaður er eitt. Tó, tað ber til at liva eitt pent lív uttan mun til, hvussu man fyriheldur seg til Guð, men spurningurin, kann eg vera góð/ur uttan at Guð er til, eiga vit ikki at gera okkum ov skjótt liðug við. Hvar skal tað góða í samfelagnum ankrast, um vit kvetta sambandið við Guð – um so er at Guð er til? Um Guð ikki er til, er alt loyvt. Men vit vita, at ikki alt er loyvt, tí vit kenna tað eitt nú í samvitskuni, sum ikki vísindaliga kann kannast ella greinast, men hon er har hóast alt, klár ella kám. Um Guð er til – og tað trúgvi eg – so ræður hann yvir øllum umráðum í alheiminum, men hann ger tað á ymiskan hátt. Hetta varð dvølt við av bæði teimum serkønu og politikkarum hetta kvøldi, hvar ein metir at markið skal setast eitt stað, ein annar eitt annað stað. Semja var um, at átrúnaður kann vera ein góð barlast, meðan maktnýtsla av átrúnaði er skaðilig.

LES EISINI  HIN PODDURIN - Poddvarpið hjá Háskúlanum í Nesvík

Spurningurin stendur tí til víðari umhugsan, hvussu skal ein kristin liva í almenna rúminum við síni trúgv og hvussu skulu onnur, ið hava aðra sannføring, liva í almenna rúminum?

Kelda: www.hin.fo

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina