Væleydnaður leiðarafundur hjá sjómanskvinnuringunum
Í gjárkvøldið hevði Sjómansmissiónin leiðarafund fyri leiðslunum í sjómanskvinnuringunum um landið. Fundurin var í kirkjukjallaranum í Gøtu, og umleið 50 fólk luttóku.
Á skránni var fyrst ábit. So hevði Óluva Foldbo úr landstoyminum hjá sjómansmissiónini eitt innlegg um “nærsambond”, áðrenn kvinnurnar tosaðu saman í bólkum um nakrar spurningar í samband við evnið.
So var drekka. Eftir tað greiddi ein sjómaður frá týdninginum av arbeiðinum hjá Sjómansmissiónini.
Kunning var eisini á skránni, áðrenn endað varð við bíbliuorði og bøn.
Lagið var gott og luttakararnir kendu seg stimbraðir í trúnni og í arbeiðinum og vóru fegnir fyri kvøldið.
Takk tit, sum luttóku, og tit í Gøtu, sum stóðu fyri tí praktiska.
Gud signi Føroysku sjómansmissiónina og sjófólkið.