Vælkomin á Ársmøti í Nesvík
Leygardagin 14. apríl verður Ársmøti í Leguhúsinum í Nesvík. Evni í ár er “Guds náði og kærleiki til menniskjað”. Frágreiðingar verða um arbeiðið, og um kvøldið verður møti.
Harafturat verður stórt felagsungdómsmøti í Nesvík fríggjakvøldið 13. apríl.
SKRÁIN
Fríggjadagur 13. apríl
Kl. 19.30 Ungdómsbrak
- Jógvan Højgaard talar: “Gud elskar teg”
- Ari Samson syngur
- Drekkamunnur
Leygardagur 14. apríl
Kl. 9.00-10.00 Morgundrekka
Kl. 10.00 Pallborðsfundur: “Missiónsmøguleikar heima og úti” Upplegg og orðaskifti
Kl. 12.00 Døgurði
Kl. 13.00 Frágreiðingar frá arbeiðinum
- Formansfrágreiðing frá Símuni Jacobsen
- Ársfrágreiðing frá Øssur Kjølbro, aðalskrivara
- Fíggjarfrágreiðing
- Høvi at seta spurningar og gera viðmerkingar
Kl. 15.00 Drekkamunnur
Kl. 16.00 Sangløta – Harmonikur spæla undir – Mariann D. Poulsen hevur andakt
Kl. 17.30 Rundvísing á byggiplássinum
Kl. 18.00 Nátturði
Kl. 19.30 Møti – Torleif Johannesen talar: “Guds náði og kærleikin til menniskja”
- Effata kórið syngur
- Lovsangsløta
- Fríur vitnisburður
- Barnaansing
- Forbøn fyri nýggjum starvsfólki
- Høvi at lata eina gávu til Heimamissiónina
- Drekkamunnur
Gott at vita
Møguleiki er at gista í leguhúsinum fríggjakvøldið. Prísur er 50 kr. fyri hvønn (børn undir 14 ár hálvan prís). Sigið frá á tel. 470000 ella info@mission.fo.
Tekning er ikki neyðug til máltíðirnar leygardag, men til ber at rinda 50 kr. fyri ávikavist døgurða og nátturða (børn undir 14 ár hálvan prís).