Vaksin nýtast ikki hava barnsliga trúgv!

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Christian Joensen skrivar:

Á ein hátt er ongin munur á trúgv hjá børnum og vaksnum. Í báðum førum er talan um eitt livandi samband við Gud. Frelsandi trúgv er ikki okkara gerningur – hon er Andans gerningur (Ef 2,8-9 og Róm 8,16).

Hóast trúgvin hjá børnum og vaksnum er tann sama, so er munur á innliti og tilvitan. Til dømis eru børn ikki før fyri at greiða frá innihaldinum í trúnni. Barnið sleppur eisini undan ábyrgd og at taka støðu til ymisk viðurskifti.

Í november 2014 var áhugaverd ráðstevna í Løkshøll fyri sunnudagsskúla- og juniorleiðarar. Undirvísari var Carsten Hjorth Pedersen frá KPI. Hann gav millum annað eina lýsing av nútíðar børnum og umrøddi munin ímillum børn og vaksin.

Børn skilja meira konkret enn abstrakt. Børn hava meira kenslur enn tankar. Børn kenna ikki so væl mun á fantasi og veruleika. Børn eru í nútíð og taka ikki støðu til framtíð ella fortíð. Sum við so mongum øðrum førleikum, so eru hesir ikki fult mentir fyrr enn við 12–16 ára aldur. Tað, sum situr eftir frá ráðstevnuni, er týdningurin av at tosa barnsligt við børn. Boðanin skal vera konkret, kenslulig, fantasifull og í nú-inum. Børn skulu ikki ábyrgdast ella taka støður. Ráðstevnan var sera áhugaverd og gevandi. Meira kunning og tilfar um evnið fæst á heimasíðuni www.kpi.dk.

LES EISINI  Maria er ein fyrimynd

Fyri nøkrum árum síðani tók eg námsfrøðiliga útbúgving. Í serritgerðini viðgjørdi eg millum annað trupulleikan við, at nógv ung og vaksin “lukka av” fyri støddfrøði, tí tey halda, at tað er nakað mystiskt, sum ikki kann skiljast. Ein orsøk kann vera, at tey sum børn royndu at læra abstrakta støddfrøði, áðrenn heilin var búgvin til at hugsa abstrakt. Tað, tey ístaðin lærdu, var, at støddfrøði kann ikki skiljast.

Sum heild haldi eg, at vit skulu lata børnini vera børn so leingi, sum til ber. Tey mugu ikki gerast vaksin, fyrr enn tey eru búgvin til tað. Tað er eisini vanligt at siga, at børn skulu grulva, áðrenn tey  ganga. Um børn gerast ov tíðliga vaksin, er vandi fyri, at tey ongantíð verða veruliga vaksin. Tey verða verandi vaksin á ein barnsligan hátt.

Eisini tá tað snýr seg um trúgv, skulu børnini vera barnslig ímeðan tey eru børn. Afturfyri skulu vit loyva vaksnum at trúgva sum vaksin: abstrakt, við tankum við støði í veruleikanum og í mun til fortíð og framtíð.

LES EISINI  Tann doypti er latin í Kristus

Ja, men Jesus segði: “Um tit ikki venda um og verða eins og børnini, koma tit als ikki inn í himmiríkið” (Matt 18,3). Púra rætt! Trúnna mugu vit taka ímóti á sama hátt sum børnini, tí trúgvin er ein gáva, sum vit ikki hava uppiborið.

Hinvegin segði Paulus eisini: “Tá ið eg var barn, talaði eg eins og barn, hugsaði eg eins og barn, dømdi eg eins og barn; men síðan eg eri vorðin maður, havi eg lagt barnaskapin av” (1 Kor 13,11).

Sum vaksin mugu vit ásanna, at veruleikin er nógv torskildari, enn vit nakrantíð fara at skilja. Vit mugu tora at endurskoða nakrar av teimum “foreinklingum”, sum vit fingu frá okkara forfedrum. Annars er vandi fyri, at vit kunnu “lukka av” fyri trúnni á skeivum grundarlagi.

 

Greinin varð prentað í Trúboðanum nr. 1/2015

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina