Vaksinan er komin

Koronu- og jólahugleiðingar 
Tað frættist nú, at koronuvaksinan skjótt kemur til Føroya.
Tað verður gott, og ætlanir eru lagdar fyri, hvør fyrst skal fáa hana. Øllum leingist eftir vanliga gerandisdegnum aftur, tí frástøðan og vantandi nærveran, saman við óttanum og ótryggleikanum, hava valdað tað mesta av árinum. 
Ja, virusið hevur nærum lagt heimin lamnan, og hvør hevði roknað við tí?
Jú, vaksinan móti koronu, góðkend av serfrøðingunum, er áveg – eisini til Føroya. Nú skal dulda, ósjónliga og vandamikla koronuvirusið steðgast og fyribeinast. Deiligt!

Í hesi advents- og jólatíð rennur mær eitt annað “virus” tilhugs, sum ikki bara tey ferðandi kunnu hava við sær, ella sum bara ein ávísur bólkur av menniskjum kann verða raktur av, men hvørt mansbarn á fold. Tað virusið rakar bæði børn og vaksin, sjúk og frísk, rík og fátæk, hvít og litt. Tað bankar ikki á hurðina og spyr um at sleppa inn, tí tað kemur longu inn við gitingini í móðurlívi. 

Grundin til neyðina

Virusið er grundin til alla neyð í heiminum. Sjúkur, aldur,forgeingiligleiki, deyði komu sum fylgjur av tí. Hvør ljót hugsan, saman við vantandi góðum hugsanum, hvørt ljótt orð, saman við vantandi góðum orðum, hvør ljót gerð, saman við vantandi góðum gerðum, eru fylgjur av hesum virusinum, saman við vantandi kærleika, virðing og umsorgan millum fólk. Virusið skilur ikki bara fólk hvørt frá øðrum í klandri, øvund og havisjúku, men tað, ið verri er; tað skilur fólk frá Gudi – og tað bæði í tíð og í ævir. Nú hevur tú óivað gitt navnið á virusinum: Syndin.

LES EISINI  Landsstevnan avlýst

Virusið er ein skaði

Syndin, sum er ein hjartaskaði og harvið ein “skaði í holdinum” úr aldingarðinum, sum øll líða undir, er ringasta plágan í heiminum. Og tó er hon mest undirmetta, yvirsæddaog burturfrágreidda “virusið”, sum til er. Tí smílist Djevulin. Hann veit, at tað er umráðandi, at fólk ikki taka Guds orð og harvið syndina í álvara; tí so hevur hann tey í valdi sínum.
Syndaskaðin ella virusið er so álvarsamt, at fólk ikki av sær sjálvum elska Gud, søkja hann, æra hann ella vilja ganga vegir hansara. Ja, onki menniskja vil av sær sjálvum hava GUD til GUD. Tey søkja ikki Gud fyrst av øllum á morgni, gjøgnum dagin ella á kvøldi, sum skuldi verið lætt og natúrligt, men oftast síðst ella als ikki.  
Tey vilja heldur fylgja sínum egnu hugsanum, fylgja heiminum og tíðarandanum, tí tað fellur teimum natúrligt og er natúrligt; tí menniskjað er ónt, hugmóðigt og ivandi mótvegis Gudi.
Tí gera fólk tað, sum “holdið og hugsanirnar vilja og eru av náttúru vreiðinnar børn,” tað er undir Guds dómi og vreiði. 
Glatan er ein fylgja av syndini og tí ein sjálvsagdur lutur manna. Ja, “løn syndarinnar er deyði!”

LES EISINI  ”Fedrarnir ótu súr vínber; børnini fingu ringar tenn”

Vaksinan

Og tó, so er vaksinan langt síðani komin. Ja, lyftið um vaksinuna kom samstundis sum syndafallið. “Avkom kvinnunnar skuldi morla høvdið á orminum”. Tað var lyftið um frelsaran, sum Gud skuldi senda til mannaættina. Í “fylling tíðarinnar”, sum ápostulin sigur,  kom vaksinan. Navn hennara er JESUS. 
Blóð hansara rann sum loysigjald fyri syndir, og tí kann Gud, vegna Jesu blóð, veita fyrigeving.
Samstundis er Jesus rættvísi Guds, sum hann vil rætta hvørjum menniskja at fjala seg í, tí “so er eingin fordøming fyri tann, sum er í Kristi Jesusi”. 

Vaksineraður” varð tú, tá tú varð føddur av nýggjum við vatni og Guds anda – við dópi og trúgv. Tá varð syndalikamiðdruknað í vatninum, og tú reis upp til nýtt lív í trúnni á Jesus og til eitt dagligt trúarsamband og trúarsamlív við hann. 
Livir tú støðugt í trúnni á Jesus, so takka, undrast og liv tætt hjá honum.
Ert tú dragnaður frá Jesusi, ella tú ongantíð veruliga hevur kent hann, ræður syndavirusið og harvið andaligur deyði í lívi tínum. Tú kanst biðja Gud um fyrigeving og reinsan í Jesu blóði. Bið Jesus av nýggjum koma inn í lív títt við síni náði og kraft. Tá stendur tú í náðini, ert frelstur og hevur sonin og harvið ævigt lív. Tá ert tú “vaksineraður”, og vaksinan er virkin í lívi tínum.

LES EISINI  Læknin grætur.

Jesus er vaksinan, tær dagliga tørvar, og hann er langt síðani komin. Fyrigeving, frelsa og ævigt lív er ikki ein sjálvfylgja, men ein dýrt keypt gáva, sum tú ókeypis fært náði til at taka ímóti við trúgv – og liva í til tína síðstu stund. Gud gevi tær náði og kraft til tað! 
Gud tók syndavirusið og vaksinuna í so stórum álvara, at hann gav mannaættini Jesus og harvið bæði jól, páskir og hvítusunnu. 
Gleðilig jól í Jesu navni og favni! 

1 Mós 3; Sl 51,7; Róm 3,10-19; 5,12; 6,23; 8,1; Ef 2,1-9; Gal4,4-5; Jóh 3; 1 Pæt 1,18-19.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina