Var við, tá søgan byrjaði, fyri 84 árum síðani.

22. september, var bókin: “Tænandi kvinnur – søgan um sjómanskvinnuringarnar,” løgd fram í Løkshøll. Í bókini eru søgurnar um allar 70 føroysku sjómanskvinnuringarnar.

Ein av søgunum í bókini, er um ringin á Toftum. Nógvar skrivligar keldur eru til ta søguna, bæði frá fundar- og kassabókum og øðrum skjølum, sum eru varðveitt.

Harafturat er ein livandi kelda, sum kann greiða frá byrjanini og frá søguni sum heild, hóast søgan byrjaði 14. mai 1939.
98 ára gamla Lena Joensen, var 14 ára gomul, tá avgerð var tikin av leiðsluni fyri bindimøtinum, sum byrjaðu í 1917, at nøkur kvøld um árið, skuldu tær arbeiða fyri Føroysku sjómansmissiónina. 

-Tá eg var fermd (1938) og segði ja, til at fylgja Jesusi eftir, byrjaði eg at koma til bindimøtini, sum vóru týskvøld í skúlanum, sigur Lena.

-Eg var við og minnist, tá Alfred Petersen, trúboðari, vitjaði bindimøtið, sum tá varð flutt í nýggja missiónshúsinum, Tabor, frá 1939; og Sjómansmissiónin gjørdist partur av kvinnuarbeiðinum. Tí hava orðini “Bindimøtið, SKA (sjómansmissiónsins kvinnuliga arbeiði) ella sjómanskvinnuringur,” gingið hond í hond millum kvinnurnar, sum savnaðust týskvøldini, sigur hon.

LES EISINI  102 skip fingið jólapakkar

-Eg eri fegin um, at søgan er skrivað. Eisini eri eg fegin um, at sjómanskvinnuringurin savnaðist her á eldrasambýlinum, Vesturskin, týskvøldið 27. sept. og eg orkaði at vera við.
Tað var eitt sera stórt kvøld fyri meg, sigur Lena Joensen.

Í 1965 gjørdist Lena forkvinna fyri sjómanskvinnuringin, og Mary Joensen skrivari. Tær búgva báðar á Vesturskin, og báðar eru fegnar um, at sjómanskvinnuringurin av og á savnast á Vesturskin. Lena og Mary myndaðu leiðsluna í ringinum frá 1965 til 1989.
Tær siga, at nú orka tær lítið, men at tær altíð kunnu biðja til Guds fyri arbeiðinum og gera tað. 

Myndirnar eru frá týskvøldinum 27. september, burtursæð frá gomlu myndini, sum er frá fyrst í 1980-unum, har Mary lesur, og Lena situr við hennara vinstru lið.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina