Verður innilokað móti sumri

Nú er verulig gongd komin á arbeiðið at byggja nýtt missiónshús í Gøtu. Eftir ætlan verður húsið innilokað í mai ella juni mánaði.

Á sumri í 2015 varð økið planerað, men so kom steðgur í. Seinasta heyst varð so farið undir at stoypa fundamentið, og nú eru partar av veggjunum komnir upp. Tað er byggifelagið Norðhús í Klaksvík, sum ger arbeiðið.
– Arbeiðið byrjaði í oktober í fjør og gekk væl ta fyrstu tíðina, men um ársskiftið var sera ringt veður eina tíð, og tá varð mestsum einki gjørt í ein mánað. Men nú gongur arbeiðið væl, og vit vóna, at húsið verður innilokað í mai ella juni, sigur Torleif Justinussen, limur í stýrinum fyri missiónshúsið.

Hitað við jarðhita
Torleif sigur, at talan í fyrstu syftu er um at fáa húsið innilokað. Ætlanin er, at arbeiðið inni í húsinum skal vera sjálvboðið.
– Tað er eingin tíðarætlan sett á, nær húsið verður liðugt. Tað veldst eisini um pengar. Vit ætla ikki at seta okkum í stóra skuld, men vóna, at nógv sjálvboðið arbeiðið verður gjørt. Vit satsa uppá at gera alt húsið liðugt í einum, sigur hann.
Húsið verður í tveimum hæddum. Í ovaru hædd verður ein salur til gott og væl 100 fólk, og í niðaru hædd verður millum annað køkur og matsalur.
– Um húsið verður fult uppiá, so kunnu fólk eisini sita niðriundir, har tey bæði kunnu síggja og hoyra tað, sum fer fram uppiá, sigur Torleif.
Tað verður eingin olja brúkt at hita missiónshúsið við, nei, húsið verður hitað við jarðhita.