Verður “størsti filmurin í heimssøguni”

Framhaldið av filminum ”The Passion of the Christ” eftir Mel Gibson, er á veg. Nýggi filmurin, sum snýr seg um uppreisnina, verður “størsti filmurin í heimssøguni”.

Tað lovar sjónleikarin Jim Caviezel, sum kom á svartalista í Hollywood, eftir at hava leikt høvuðsleiklutin í ”The Passion of the Christ”. Í samrøðu við Breitbart News Daily, sigur Jim Caviezel, at hann eisini hevur høvuðsleiklutin í nýggja filminum. Samstundis greiddi sjónleikarin frá um trúgv sína, og hvønn týdning, hon hevur havt fyri hansara yrkisleið.

Jim Caviezel sigur, at hann kom á svartalista í Hollywood, tí hann hevði spælt Jesus. Samstundis helt hann ikki, at hann kundi annað enn verja Jesus-filmin hjá Mel Gibson. ”Eg mátti stríðast fyri at yvirliva. Men filmurin sprongdi øll mørk. Tað, at vera sjónleikari er ein gáva, eg havi fingið frá Gudi”, sigur Jim Caviezel, sum er vísur í, at nýggi filmurin um uppreisnina hevur ein sera týðandi boðskap til okkara tíð.

LES EISINI  The Chosen: nýggjar upptøkur verða gjørdar.

Kelda: Udfordringen Torfinn Jacobsen týddi

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina