Verið vandnir

               

 ”Verið tí vandnir í at gera eins og Harrin, Guð tykkara, hevur boðið tykkum, og víkið hvørki til høgru ella vinstru. Fylgið altíð teirri leið, sum Harrin, Guð tykkara, hevur boðið tykkum at ganga, til tess at tit mega halda lívi og hava eydnuna við tykkum og liva leingi í tí landi, sum tit skulu taka til ognar”

5. Mós. 5,32-33

Tað hevur altíð loyst seg at taka Guds Orð og frelsuna í Jesusi Kristi fyri fult, tí ævig virðir eru knýtt at tí.  ”Søkið fyrst Guds Ríki og rættvísi hansara, so skal alt annað verða tykkum givið umframt.” Matt. 6.

Okkara sál kann ikki keypast ella loysast út við peningi ella íløgum. Tað er bert eittans loysigjald fyri okkara sál – tað er Jesus, hansara krossdeyði og uppreisn –  hansara blóð.

Her skal eingin spekulatión til, tí sjálvt dárin skal ikki villast, her er bert ein vegur: at taka við boðskapinum í eyðmýkt, so ger hann sín gerning í okkum – at vit fáa eina frelsandi trúgv til ognar.

LES EISINI  At vaksa og bera vøkstur

Tað loysti seg altíð hjá ísraels fólki at ganga Guds vegir, tá vignaðist  teimum altíð væl – tá orðið um hann og frá honum fylti nógv í teirra lívi, í teirra gerandisdegi, og tey aktaðu boðini,  tá gekst teimum væl.

Í oyðimørkini mistu tey tolið og fóru at tala móti Gudi og Mósesi. Tá sendi Harrin eiturormar, sum bitu fólkið, og nógv doyðu.  Tá gingu tey aftur í seg sjálv og søktu Harran um hjálp, og tey fingu hjálpina.  Móses fekk boð frá Gudi um at gera ein koparorm og hevja hann upp, og hvør tann, sum hugdi upp á koparormin bleiv frískur.

Á Golgata hevjaði Gud Jesus upp, fyri at hvør tann, sum lítur til hansara skal verða grøddur – fáa frelsta sál. Hann er givin okkum í dag at venda okkum ímóti í angur og bøn um fyrigeving og frelsu.  Og tað fær hvør tann, sum vendir sær til hansara.

LES EISINI  Hvaðani kemur hitt góða frá?

Gud gav hann, sín einkarson, sum hevði verið við frá upphavi, hevði verið við í skapanini, hann, sum var hátt hevjaður upp um allar skapningar bæði í himli og á jørð, bert Gud var og er hægri.

Hann varð senduir her niður at bera alla heimsins synd, sum hann sjálvur var ósekur í – hevjaður upp á krossins træ.

Hettar er dárskapur fyri heimsins børnum, tað hevur tað verið gjøgnum allar tíðir og er tað enn í dag í okkara tíð.  Men hjá teimum trúgvandi er hettar Guds kraft il frelsu og balsam fyri sálina.

Paulus setti seg einaferð at meta um lívsvirðir, og hann kom til tað úrslit, ta niðurstøðu, at allur vinningur her í heiminum og kunnleiki var skarn móti kunnleikanum um Jesus Kristus, tí at fyri hann var lívið Kristus og deyðin ein vinningur.

Nú skal tað ikki misskiljast. Hann helt ikki lítið um versligan vinning og  versligan kunnleika,  men tá ið tað varð lívsins innihald hjá menniskjum, høvuðsinnihaldi í lívinum, so var tað einki afturímóti tí ævigu sæluni gjøgnum kunnleikan um Jesus Kristus.

LES EISINI  Faðir vár, tú sum ert í himlunum

Jú, tað loysir seg at fylgja Guds boðum, at ganga hansara leiðir, tí hvat kann hava størri virði enn at vera ríkur í Gudi, at einki er størri og dýrari enn Hann.

Hvat kann vera størri, ríkari og tryggari enn at hvíla í Guds náði í Jesusi og liva í tí vissuni, at alt, sum hendir okkum á leiðini móti tí æviga  málinum, har standa vit ikki einsamøll. Men Hann er viið.

Stillað mótvegis Gudi og hansara veldi verða vit ógvuliga smá og veik – tað hugar okkum ikki, tí vit vilja ongan hava yvir okkum. Okkara nátúrliga menniskja vil ráða, vera harri, ja, vil vera sum Gud.

Men tíbetur fær hann sannført okkum um okkara støðu og rættir okkum sína hond og bjóðar okkum at koma til sín.

Á jú. Vit hava nógv at gleðast um her á fold, og nógv, sum vit ikki vilja sleppa, tí tey eru okkum so dýrabar.  Men einaferð verða vit noydd at sleppa øllum, um vit vilja tað ella ikki.  Tá er tað gott at hava hildi fast vit tað dýrabarasta, sum ein kann fáa her á fold, nevniliga frelsuna í Jesusi Kristi.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina