Video: Hvat er so serligt við tí lutherska?
Fyrilestrarnir, sum Asger Chr. Højlund hevði í Løkshøll til Stórmøtini hjá Heimamissiónini í heyst, kunnu nú síggjast og hoyrast á netinum.
Talan er um 3 fyrilestrar við yvirheitinum ‘Hvat er so serligt við tí lutherska?’.
- Uppdagingin sum setti reformatiónina í gongd
- Hví avtók Luther ikki barnadópin?
- Luther og Bíblian
Asger, ið er uppvaksin í Føroyum, er doktari í gudfrøði og professari á Meinigheitsfakultetinum í Aarhus. Hann hevur eisini skrivað fleiri bøkur, og hevði hesa fyrilestrarøðina á Stórmøtunum seinnapart leygardag.