– Vísindini hava givið trúnni betri kort á hondina
Úrslitini hjá vísindunum verða best tulkað við at verða sett inn í ein gudfrøðiligan karm. Tað heldur Kurt Christensen, sum er professari í etikki og trúarspeki.
Anette Ingemansen skrivar:
– Eg havi skift hornhinnuna í høgra eyga og skal skjótt gera tað sama við vinstra eyga. Uttan læknaligu tøknina hevði eg næstan verið blindur. Eg meti vísindina sum ein part av Guds skapanarverki, sum skal hjálpa okkum at liva so væl sum møguligt. Tað leggur Kurt Christensen, professari í etikki og trúarspeki á Meinigheitsfakultetinum í Aarhus, dent á:
– Gud hevur skapað lívið og heimin, og hann hevur givið okkum tvinnar tilgongdir til at skilja tað. Onnur er Bíblian, og hin er vitið. Gud hevur sagt, at vit skulu leggja jørðina undir okkum. Í tí sambandi hevur hann givið okkum vitið og vísindini sum amboð, ið vit skulu brúka væl og virðiliga.
Ein avmarkað veruleikafatan
Gudfrøðin kann hjálpa vísindunum til at skilja heimin.
– Gud hevur skapað ein skipaðan heim, og tað merkir, at tað er grundleggjandi samsvar millum ta mynd, vit hava í okkara høvdi, og tann ytra veruleikan, sigur professarin:
– Vísindini ganga út frá, at tilveran er skipað, so um ein ger eina roynd í Texas í USA og eina aðra roynd undir somu umstøðum í Kina, so verður roknað við, at báðar royndirnar geva sama úrslit.
Gudfrøðin kann koma við nøkrum heilt serligum til at skilja heimin, sum vísindini ikki kunnu:
– Vísindini arbeiða við tí, sum kann mátast og vigast. Tað eru avmarkað fakøki, sum ikki fevna um alla fatanina av tilveruni. Um vísindini einsamøll skuldu lýst lívið, hevði tað verið ein avmarkað veruleikafatan, greiðir Kurt Christensen frá:
– Næstan allir álvarsamir spurningar í lívinum falla uttanfyri vísindini. Teir kann gudfrøðin og møguliga heimspekin svara uppá.
Hon kann geva eina heildarmynd av heiminum, eina fatan av meiningini við lívinum, Guds veru, virði menniskjans, hvat er gott og ilt, og hvat er vakurt og fagurt.
Vísindini eru avmarkað
Tað hava verið tíðir, tá gudfrøðiliga fatanin av heiminum hevur havt tað trupult.
– Tað var eitt tíðarrák í 1980’árunum og 1990’árunum, sum serliga ávirkaði humanistisku vísindini, har sagt varð, at tað als ikki er nakað, sum er satt og veruligt. Tað var upp til hvønn einstakan at skapa sín egna veruleika, og tað var eingin felags sannleiki um lívið. Tað gjørdi, at tað ikki var rúm fyri gudfrøðini til eitt nú at halda uppá, at Jesus er vegurin, sannleikin og lívið, greiðir professarin frá.
– Í tí nýggja ártúsundinum er ein broyting farin fram. Tað er hend ein menning innan náttúru- og søguvísindini. Fremstu vísindafólk eru noydd at viðurkenna, at nógv av tí, hildið var prógvað fyri 100 árum síðani, mátti nú endurskoðast ella vrakast. Tað verður viðurkent, at vísindini eru avmarkað, og tað er sera lítið, sum tey kunnu siga við treytaleysari vissu. Tey kunnu siga eina rúgvu, sum fyribils er satt, inntil nýggj gransking vísir nakað annað.
Upphavsmaður aftanfyri alheimin
Nakrar av viðurkenningunum hjá vísindunum hava givið gudfrøðini møguleika at koma inn á vøllin:
– Big Bang-ástøðið um, at alheimurin er vorðin til við eini risaspreinging, stuðlar undir tað grundleggjandi sjónarmiðið, at alheimurin ikki er ævigur, men er vorðin skapaður eina ávísa tíð.
Ein onnur viðurkenning er, at alheimurin er ‘neyvstillaður’. Tað merkir, at um ein evarska lítil broyting skuldi hent, so hevði alheimurin ikki hingið saman. Hetta fær sjálvt ikki-átrúnaðarligar vísindamenn at siga, at tað stendur ein gløgg makt aftanfyri alheimin.
Innan søguvísindini hevur ein varnast, at tað er mangt í evangeliunum, sum ger, at tað als ikki hekk saman, tá ein fyrr helt, at tey vórðu skrivað av øðrum nógv seinni, leggur Kurt Christensen áherðslu á.
– Arbeiðshættirnir hjá náttúru- og søguvísindunum hava givið gudfrøðini góð kort á hondina, tá tað snýr seg um, at heimurin er skapaður av Gudi, og at skriftirnar í Nýggja testamenti eru trúverdar.
Gudfrøðin hevur góðar grundgevingar
Professarin heldur, at tað er orsøk til at takka vísindunum fyri teirra úrslit:
– Vísindini geva nakrar grundgevingar, sum kunnu tulkast bæði átrúnaðarliga og ikki-átrúnaðarliga, sigur Kurt Christensen. Hann hevur verið við til at stovna Center for Kristen Apologetik, sum húsast á Meinigheitsfakultetinum.
– Vit royna at vísa á nakrar góðar grundgevingar fyri, at ateisman ikki er tann einasti rímiligi vegurin, tá ein skal tulka vísindalig úrslit, greiðir hann frá.
– Vit hava fingið eina meira bjartskygda trúgv uppá, at vit hava góðar próvgrundir, sum eru viðkomandi fyri vísindini. Í roynd og veru halda vit, at vísindaligu úrslitini verða best tulkað, tá tey verða sett inn í eina gudfrøðiliga fatan av heiminum, tí tað gevur ta mest veruleikakendu myndina, greiðir professarin frá.
Greinin stendur í Impuls nr. 23/2019. Torfinn Jacobsen týddi.