– Vit elska at syngja um Jesus

Teir eita Tórbjørn Láadal, Harald M. Haraldsen, Steindor Hjaltalin og Sofus Joensen, –   Oasubrøðurnir. Teir hava í útivið 20 ár sungið og spælt á møtum kring alt landið, á ellisheimum, í pensjónistafeløgum og aðrastaðni, har teir eisini hava boðað orðið um Jesus, og hava glett mong við sínum lætta og glaða sangi.

Teir venja hvønn mánadag. Sangúrvalið er blandað. Tórbjørn ger nógvar sangtekstir, og sum tíðin er gingin, hava teir sungið mest teir hjá Tórbjørn, men teir syngja eisini aðrar sangir.

– Vit hava okkara egna stíl. Vit eru ofta millum eldri fólk, so vit syngja mest føroyskar sangir, og onkrar norskar eisini. At syngja enskt dugir ikki, tí nógv av teimum skilja ikki enskt, illa nokk vit sjálvir. Tann sjangran, sum vit syngja, er væl dámd allastaðni, kanska serliga av teimum eldru, siga teir.  

– Vit fara til allar samkomur, sum biðja okkum koma, um tað so er Heimamissiónin, Brøðurnir, Frelsunarherurin ella onkur annar. Vit fara so at siga altíð, tá vit verða bidnir. Einasta grund til, at vit hava sagt nei, er, um tað ikki hevur ligið fyri hjá okkum. Vit eru við til nógvar missiónsvikur. Tær hava verði ótrúliga ríkar og hava givið okkum nógv, sigur Harald.

Les alla samrøðuna við Oasubrøðurnar í Trúboðanum, sum er komin út í dag.