Vitjan frá Stella Maris

Fríggjadagin, 6. august, vitjaði David Noval, Torleif Johannesen, sjómanstrúboðara. David, ið er danskari og býr í Danmark; er settur í starv hjá altjóða katólsku sjómansmissiónini, Stella Maris, sum er virkin í mongum londum. David hevur Skandinavia sum sítt ábyrgdarøki.

Hann var í Føroyum fyri at kunna seg um Føroyar, um føroyska sjómansmissión og at vita um grundarlag er at gera eitt arbeiði fyri útlendsk sjófólk í Føroyum.

Stella Maris byrjaði arbeiðið sítt í 1920 í Glaskow í Skotlandi. So breiddi arbeiðið seg út um mong lond, so tey nú arbeiða í 57 londum við umleið 1000 sjálvbodnum starvsfólkum. Starvsfólkini hitta umleið 1,5 milliónir sjófólk, og umleið 70.000 skip fáa árliga vitjan frá Stella Maris. Tey vitja eisini sjófólk á sjúkrahúsum og býta út meiri enn 25.000 bløð. Umboð fyri Stella Maris vitja eisini skúlar og felagsskapir, har tey greiða frá arbeiðinum.

David sigur, at fyrr steðgaðu skipini leingi í havnunum, og manningarnar høvdu tíð at vitja sjómansstovur og sjómanskirkjur. Nú er nógv ferð á øllum, og skipini lossa og lasta allar tíðir á døgninum. Tí er tað uppsøkjandi arbeiðið meiri neyðugt nú enn fyrr, og her kunnu mong vera við í arbeiðinum.

David var fegin fyri vitjanina og hugtikin av stóra arbeiðinum, Føroyska sjómansmissiónin ger fyri sjófólkið. Meiri fæst at vita um Stella Maris á www.stellamarisnordic.org ella www.facebook.com/stellamarisnordic