Vøggan hjá heidningakristindóminum løgd í oyði
Fyri 2000 árum síðani hevði turkiski býurin Antiokia ein serligan leiklut í kirkjusøguni. Nú er býurin raktur av jarðskjálvta, og vøggan hjá heidningakristindóminum er løgd í oyði.
Tað var í Antiokiu, at orðið “kristin” fyrstuferð varð nýtt um tey, sum fylgdu Jesusi. Eftir at Stefan varð steinaður, valdu nógv kristin at flýggja úr Jerusalem. Tey fóru í ymsar ættir, men serliga Antiokia gjørdist ein kreftdepil fyri kristindóminum komandi árini. Ein av høvuðs orsøkunum til hetta var, at summi av teimum kristnu, sum komu til býin, dugdu onnur mál umframt hebraiskt.
Til ta tíð høvdu nógv tey flestu kristnu verið jødar, sum tosaðu hebraiskt, og sum vóru tilvitaðir um, at jødarnir vóru Guds útvalda fólk. Jesus hevði fleiri ferðir sagt, at hann vildi, at gleðiboðskapurin skuldi út til øll fólkasløg, men fyrstu lærusveinunum hóvaði ikki hendan tanka. Barnalærdómurin sat fast í teimum. Men eftir at nógv vóru flýggjaði úr Jerusalem vóru nøkur av hesum also komin til Antiokiu. Millum hesi kristnu vóru eisini jødiskir kypreotar og fólk úr Kýrene, sum tosaðu grikskt. Tí kundu tey tosa við grikkarnar um Jesus og alt sum var hent í Jerusalem. Í Ápostlasøguni 11,21 stendur, at hond Harrans var við teimum, og eitt stórt tal, sum tók við trúgv, vendi um til Harrans.
Í Jerusalem hevði Gud, um somu tíð, leitt Pætur ápostul til at doypa italienska heryvirmannin Kornelius. Tá ið so tíðindini um tað, sum hendi í Antiokiu hoyrdust í Jerusalem, vóru lærusveinarnir ikki avvísandi fyri, at heidningar eisini kundu gerast Guds børn. Teir avgjørdu tí at senda Barnabas avstað at kanna vekingina, sum fór fram millum heidningar í Antiokiu.
Tey fyrstu kristnu
Tá ið Barnabas kom til Antiokiu gjørdist hann so bilsin av tí, sum hann sá, at hann avgjørdi at fara til Tarsus at hitta Paulus. Tað gjørdist byrjanin til eitt samstarv millum hesar báðar trúboðararnar, sum komandi árini undirvístu teimum kristnu í Antiokiu.
Kirkjuliðið í Antiokiu gjørdist skjótt ein týðandi partur av leiðsluni í kristnu kirkjuni. Kristindómurin byrjaði í Jerusalem og spreiddi seg haðani. Antiokia gjørdist staðið, har heidningarmissiónin gjørdist veruleiki og varð sett í verk. Hesa tíðina vóru tað Barnabas, Paulus og Lukas, sum vóru við til at mynda gudfrøðina. Trúboðarar vórðu sendir út, og serliga Barnabas hevði gott samskifti við andaligu leiðsluna í Jerusalem. Katólski biskupurin, Paolo Bizzeti, hevur orðað tað soleiðis: – Um vit síggja Jerusalem sum móðirkirkjuna, so er Antiokia móðir at kristna samskiftinum. Tað er har, at boðanin av gleðiboðskapinum spratt.
Nógv komu til trúgv, og teirra millum vóru eisini rík handilsfólk. Hetta gjørdi tað møguligt fyri meinigheitina í Antiokiu at veita fíggjarligan stuðul til meinigheitina í Jerusalem, sum var fátøk.
Hart raktir býir
Nú er tað Antiokia, sum hevur tørv á hjálp. Býurin er hart raktur av jarðskjálvtunum, sum í februar hava gjørt stóran skaðan í Turkalandi og í Sýria.
Tað er sera trupult at fáa váttaði tíðindi um, hvussu ring støðan er í býnum. Samskiftið er nógv darvað. Men Asianews.it hevur tosað við Mariu Grazia Zambon, sum er partur av katólsku Ordo Virginum. Hon hevur havt samband við katólkska samfelagið í Antayas.
Maria Grazia Zambon greiðir asianews.it frá, at Sankta Pætur og Paulus sóknarkirkjan í Antakya, er ein av fáu bygningunum, sum stendur eftir jarðskjálvtan (tí kirkjan er lægri og sterkari). Sóknarpresturin, Francis Dondu, hevur sagt Mariu Grazia Zambon, at kirkjan nú er herberg fyri tey heimleysu fólkini.
Dondu segði eisini, at allur tann gamli býarparturin var javnaður við jørðina. Har eru nógvir eldar, og bygningar rapa nógvastaðni. Kirkjan “hevur latið dyrnar upp fyri katolikkum, ortodoksum og muslimum,” legði hann afturat. Nú er málið “at finna fram til, hvussu vit koma víðari, tí her er kalt, hávetur, og fólkinum tørvar skjól.”
Synagogan, sum stóð nærhendis kirkjuni, rapaði eisini. Rullurnar við heilagu skriftunum eru brendar, og við teimum er 2500 ára gomul søga burtur. Leiðarin fyri jødiska samfelagið bleiv fluttur á sjúkrahús í einum øðrum býi, tí sjúkrahúsini í Antakya hava fingið stóran skaða í jarðskjálvtanum.
Her skal leggjast afturat, at Maria Grazia Zambon tosaði við Dondu aftaná tveir teir fyrstu jarðskjálvtarnar. Tvær vikur seinni var býurin miðdepil í enn einum hørðum jarðskjálvta.
”Vit hava mist Antiokiu”
Í kristnu útvarpsrásini Radio Shema er sendiflatan broytt hesa vikuna, sum er sorgarvika. Sorgarvikan heldur fram til sunnudagin. Restina av vikuni spælir útvarpsrásin friðaligan lovsang, bíbliuvers verða lisin og tíðindi. Einki annað. Leiðarin fyri útvarpsrásina, Soner Tufan, hevur verið í Antakya og kom aftur við tíðindum um, at “møguliga hava vit mist Antiokiu.”
– Størsti parturin av býnum er lagdur í oyði og aldargomlu kirkjurnar hava fingið stóran skaða. Í kirkjunum royna tey at fáa samband við øll, og nógv hava samband við famliju og vinir. Ein kirkja í økinum hevur mist prestin og konuna, sum doyðu, meðan sonurin varð bjargaður, sigur hann.
Útvarpsrásin savnar eisini pening inn til neyðhjálpararbeiði, men fyrst og fremst verður eggjað til forbøn.
”Biðið fyri Turkalandi og turkiska fólkinum. Biðið um, at neyðhjálpin verður væl samskipað. Biðið fyri teimum, sum bíða eftir at fáa neyðhjálp, m.a. mat, klæðir og innivist. Biðið fyri teimum, sum hava mist,” sigur Soner Tufan.