Kristin í Brasilia taka frástøðu frá uppreistrargerðini !

”Vit, sum partur av ”Evangelisk Alliance í Brasilia,» vilja verja um demokratisku rættindini og sleppa at virka innan stýrisskipanarligu mørkini.” Hetta skrivar rørslan í einumtíðindaskrivi í fjølmiðlunum aftaná, at viðhaldsfólk hjá áðurforseta, Jair Borsonaro, fyrr í vikuni lupu á og hersettiforsetaborgina. 

”Av hesum ávum vísa vit harðliga aftur tær ógvusliguógrundaðu antidemokratisku atgerðirnar í samveldishøvuðsstaði okkara og teimum oyðingum av nógvavhildnu demokratisku súmbolsku ímyndunum í høvuðsstaðiokkara. Vit vátta við hesum, okkara demokratisku, statsliguskyldur á landsins vælgerðar- og mentanarstovnar og mangtannað. 

”Evangelisk Alliance í Brasilia” slær fast, at kristna trúgvin,stríðir fyri sannleika, rættvísi og friði, og at kannað verðureftir, hvør tað er, ið ábyrgdina hevur av hesum syndarligugerðum, til tess at friðurin  aftur fær valdið.  

”Í leitan eftir bæði friði og rættvísi, stuðla við øllum kirkjumum at standa saman í bønarstríði fyri landi og ríkisstjórnokkara, og at miðjað verður eftir samanhaldi sum einvitnisburð um eitt lív, ið harav fylgir, sigur ”Brasiliansk evangeliske Aalliance” harmast um støðuna og vísir afturálopini móti trimum valdum.  

LES EISINI  Tveir fótbóltsdystir í vikuskiftinum
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina