Vox syngur Gloria

Hetta vikuskiftið fer gospelkórið Vox at hava konsertir í trimum kirkjum í Føroyum. Tey fara at framføra verkið Gloria, sum Tore W. Aas, kendur sum kórleiðari fyri Oslo Gospel Choir, hevur skrivað.

Verkið er skrivað sum ein gudstænasta við teimum ymisku liturgisku liðunum úr klassisku gudstænastuni – kyrie, gloria, sanctus, trúarjáttan, faðir vár, agnus dei og signingini. Tað er Ásbjørn Berthelsen, kórleiðari fyri Vox, sum hevur umsett verkið til føroyskt.

Konsertirnar verða tríggjar í tali:
Fríggjakvøldið 29. september klokkan 20.00 í Fríðrikskirkjuni á Toftum.
Leygarkvøldið 30. september klokkan 20.00 í Vesturkirkjuni í Havn.
Sunnudagin 1. oktober klokkan 16.00 í Christianskirkjuni í Klaksvík.

Konsertirnar eru ókeypis, men høvi verður at lata eina gávu til útreiðslurnar, sum eru í sambandi við tiltakið.