Wild Life er nakað heilt serligt!
Um næstseinasta vikuskifti var árliga sonevnda Wild Life legan. Tað er ein lega fyri 7.-8. flokk, sum fer fram úti í náttúruni. Búð verður í fjallasmáttu, og bíbliutímarnir snúgva seg altíð onkursvegna um náttúruna. Hesaferð gekk leiðin í Dalar norðanfyri Vestmanna, og umleið 20 luttakarar umframt leiðarar og hjálparfólk hugnaðu sær óført. Myndirnar, sum leguleiðarar hava tikið, tala fyri seg.