World Watch List – nr. 1: Norðurkorea

Norðurkorea er fyri 20. ferð upp í slag ovast á listanum, og harvið tað landið, har Open Doors metir, at forfylgingarnareru ringastar. Open Doors skrivar:

Verða uppdagaður sum kristin er ein deyðadómur í Norðurkorea. Verður tú ikki dripin beinanvegin, verður tú koyrdur í arbeiðslegu sum politiskur brotsmaður. Umstøðurnar í hesum ómenniskjaligu fangahúsunum eru ræðuligar, og fá trúgvandi koma á lívi útaftur. Øll í familjuni fáa somu viðferð. Sagt vertður, at Kim Jong-un hevur økt um fangalegurnar, har mett verður at umleið 50.000 -70.000 kristin eru í løtuni.

AT BIÐJA FYRI

# Bið fyri loyniligu trúgvandi í Norðurkorea, at Gud framhaldandi vil styrkja tey, syrgja fyri tørvi teirraog varðveita tey frá atsókn.

# Bið fyri teimum trúgvandi, sum eru í fangalegum.

# Hóast vandan, hava vit hoyrt frásagnir frá trúgvandi, sum bera gleðiboðskapin til onnur, ja enntá í fangalegunum. Bið um at trúgvandi í Norðurkorea megu skína sum ljós á myrkasta staði á fold.

Keldu: Open Doors
Gunnar Reynslag umsetti

UPPLÝSING UM LANDIÐ:
Talið av kristnum: 400.000 (1,5 %) 1
Íbúgvar íalt: 25.841.000
Høvuðsátrúnaður; Agnosticisma

Í 2021 ætla vit her á Trúboðanum at seta fokus á forfylgdu brøður og systrar okkara kring heimin. Tað verður gjørt við at seta fokus á World Watch listan, sum er ein frágreiðing, felagsskapurin Open Doors gevur út á hvørjum ári. Frágreiðingin sigur frá teimum 50 londunum, har kristin uppliva mestu forfylging. Gjøgnum árið fara vit at bera frágreiðingarnar hjá Open Doors av londunum, og samstundis eggja til bøn fyri teimum forfylgdu.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina