100 ára gomul – býr einsamøll og klárar seg sjálva
– Eg havi nógv at takka fyri og takki Gudi hvønn dag!
Tað sigur Johanne Malene Petersen, fødd Johansen, í Saltnesi, vanliga rópt Johanna, sum leygardagin 1. mars verður 100 ár.
Johanna varð fødd á Strondum 1. mars 1925. Hon átti ein beiggja, sum doyði sum lítil og so vóru tær fimm systrar. Mamman doyði tá Johanna var 3 ár. Mamman var ættað av Tvøroyri og tá abbin kom norður at fylgja dóttrini til gravar, tók hann Johannu suður aftur við sær. Hon búði hjá ommuni og abbanum á Tvøroyri, til hon var knapt sjey ár. Síðani búði hon aftur á Strondum í tvey ár, áðrenn hon flutti norður til familju á Húsum at búgva. Har var hon til hon var næstan 16 ár, tá hon flutti aftur til Strendur.
Tá var vanligt at gentur fóru í húspláss. Tað fór Johanna eisini. Hon tænti fyrst hjá familju á Selatrað. Síðani tænti hon í Runavík, í Saltangará og í Havn. Í húsplássi hjá Símini á Høgabóli, í Saltangará, hitti hon fittan drong úr Saltnesi, sum kallaðist Johannes Ingvard.
Tey gjørdust væl og giftust 7.mai í 1950. Tey giftust inn í barnaheimið hjá honum, har fleiri fólk búðu frammanundan. Tað bar væl til, tí kærleiki og tolsemi valdaði.
Johanna arbeiddi heima, og nóg mikið var at gera. Tey fingu fýra dreingir og eina gentu. Elsti sonurin livdi bara fimm mánaðir. So kom Ragnhild, Johannes, Jógvan og Ingolf. Nú eigur Johanna 12 ommubørn, 19 langommubørn og 4 oldurommubørn. Maður hennara, Johannes Ingvard doyði í 2011 og Johannes, sonurin í 2017.
Út at arbeiða
Fyrst í 1970-unum gavst dóttirin á flakavirkinum Nyki, og Johanna kom í hennara stað. Johanna arbeiddi á Nyki til hann stongdi í kreppuni í 1992. Tá var hon 67 ár, og slapp ikki at byrja aftur vegna aldur, tá Nykur byrjaði aftur. Tá var lítið arbeið at fáa, og tað skuldu tey yngru eiga. Hon fór ongantíð aftur í lønt arbeiði.
Johanna hevur verið sera røsk, blíð og løtt á fótum. Hon hjálpti til at vaska kirkjuna, savnaðist við seinnapartssamkomuni í Tabor og í dagtilhaldinum á Vesturskin. Síðstu árini hevur hon verið meiri heima. Hon er takksom og fegin um familjuna, sum fyllir nógv. Hurðin er altíð opin og gestablídni er í hásæti.
Gott at búgva í Saltnesi
– Tað hevur verið gott at búgva í Saltnesi. Her er veðurgott og gott grannalag. Grannahúsini eru føst í okkara hús, so tað er ein ávísur tryggleiki í tí, sigur hon.
– Fyrr var eg altíð í kirkju, men síðstu árini havi eg lurtað eftir gudstænastum í Útvarpinum ella í Kringvarpinum. Tað eru góðar løtur, sigur Johanna.
– Eg eri einsamøll í húsi og klári meg sjálva. Eg vaski klæðini, turki tey og leggi tey saman. Eg eri ikki bangin um eg eri einsamøll. Tá veðurmennirnir siga nógvan vind, gistir dóttirin hjá mær. Mær dámar væl um kvøldi, og tí eri eg ikki tíðliga uppi. Eg fái mær sum oftast ein drekkamunn umleið klokkan 22. So seti eg meg at spæla kúluspæl á Ipaddinum, og so er klokkan ofta midnátt áðrenn eg veit av. Tá má eg skunda mær í song, sigur Johanna brosandi.
– Eg havi beint nú skriva undir umsóknina at sleppa inn á Sambýlið Vesturskin á Toftum. Eg haldi tað ger einki, tí so standi eg á listanum, og so fáa vit at síggja, sigur Johanna.
100 ára føðingardagurin hjá Johonnu verður hildin leygardagin 1. mars, við opnum húsi á Svangaskarði frá klokkan 16.00 – 20.00 har øll eru vælkomin.
Johonnu verður ynskt til lukku við teimum 100 árunum og Guds signing yvir lívskvøldið!
Torleif Johannesen