100 fólk til familjutiltak á Fossánesi

Seinnapartin sunnudagin var boðið til stórt familjutiltak í skúlanum á Fossánesi.

Tað var sunnudagsskúlin í KFUM/K í Klaksvík sum skipað fyri eini útferð, sum samstundis var seinasti sunnudagsskúli teirra hesumegin summarfrítíðina.
Fyri at gera tiltakið meiri áhugavert og nærverandi, høvdu tey boðið sunnudagsskúlanum í Hvannasundi og honum í missiónshúsinum á Viðareiði við til tiltakið, ið byrjaði vanliga tíð hjá flestu sunnudagsskúlum, nevniliga klokkan 14.
Eini 100 børn og vaksin úr hesum trimum sunnudagsskúlunum møttust fyrst í fimleikarhøll skúlans. Her vóru nakrir av kendu sunnudagsskúlasangunum sungnir undir leiðslu av Dagny Miðskarð, áðrenn Monica Ziska við ektaðum gørnum frammanfyri sær, greiddi børnunum frá fiskiveiðu Pæturs.

Aftaná vóru nakrir sangir sungnir aftrat, áðrenn tann serstaka løtan kom: Nú skuldu børnini sleppa at spæla inni og úti. Veðrið kundi verið betri, men ein lítil skái í regninum gjørdi sítt til, at nógv valdu hóast alt at fara útum at hoppa band, spæla fótbólt og okkurt annað, meðan onnur luttóku í tí, sum var skipað innanveggja.
Meðan alt hetta fór fram, høvdu kvinnur og menn rokast í køkinum á skúlanum, og tá klokkan var farin nakað av trý, var boðið til ein drekkamunn við øllum góðum afturvið inni í køkinum. Her var óført prátað við borðið og millum borðini, soleiðis at øll mundu læra onkran nýggjan norðoying at kenna hesa løtuna!
Takk fyri eitt gott tiltak. Hetta kundi verið skipað uppá skift millum bygdirnar á hvørjum ári, tá sunnudagsskúlarnir enda. Hervið er hugskotið givið víðari!

LES EISINI  Endurstovnaður sunnudagsskúli eydnaðist væl
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina