1165 jólapakkar til sjófólkið

Nú fáir dagar eru eftir til jóla, kunnu vit í Føroysku Sjómansmissiónini fegnast um, at vit aftur í ár hava latið hundraðtals jólapakkar til sjófólkið.
Vón og bøn okkara er, at pakkarnir skapa gleði og signing hjá sjófólkinum og eru við til at æra Jesus – barnið í krubbuni og mannin á krossinum.

Í ár hava vit latið 1165 pakkar umborð á 105 skip.
Av teimum eru 71 fiskiskip, 18 handilsskip, 14 frálandaskip og 2 vaktarskip.

Støðan viðvíkjandi nøgd av skipum og pakkum er ikki broytt nógv síðstu árini.
Í 2015 fingu 100 skip 1232 pakkar.
Í 2014 fingu 103 skip 1202 pakkar.
Í 2013 fingu 109 skip 1172 pakkar.
Í 2012 fingu 101 skip 1130 pakkar.

Hjartans tøkk øll tit, sum hava latið pakkar, øll tit, sum annars standa í arbeiðinum, og tit, sum stuðla arbeiðinum hjá Føroysku Sjómansmissiónini, og tað bæði andaliga, handaliga og fíggjarliga.

Øllum tykkum og sjófólkinum, ja, øllum Føroya fólki verður ynskt eini góð og gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár.