12 nýggir sálmar og sangir

Meðan heimurin nærum stóð stillur á vári 2020, brúktu Torleif Johannesen og Ásbjørn Berthelsen tíðina til at skapa nakað varandi. Í tíðarskeiðinum frá oktober 2019 til juni 2020 samstarvaðu teir um at skriva 12 nýggjar sálmar og sangir, har Torleif Johannesen skrivaði tekstirnar og Ásbjørn Berthelsen gjørdi vøkru løgini. 10 av sálmunum og sangunum hava bíbilskan boðskap, meðan ein er um várið og ein um sólina ein summardag.

Evnir sum bøn, Guds umsorgan, Jesus sum hirðin, langifríggjadagur, Guds Andi og tænastan fyri Jesus, verða tikin fram í sangunum. Ásbjørn brúkti síni tónleikaligu evni til at geva hvørjum sangi sítt egna lag, sum lyftir tekstin fram.

Sangirnir vóru framførdir á Stórmøtunum hjá Heimamissiónini, sum vóru á Giljanesi í novembur 2023. Kórið VOX, undir leiðslu av Ásbjørn Berthelsen, tók okkum við á eina andaliga ferð gjøgnum sangirnar til gleði fyri mong. Vit fegnast um, at hesar upptøkur nú eru tøkar – við tekstum, og verða lagdar út á Trubodin.fo

LES EISINI  Besti kristni tónleikurin í 2021

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina