12 skot gera av við ein egyptiskan kristnan

Felagsskapurin, Open Doors varpar ljós á økta harðskapin mótvegis kristnum í Egyptalandi, har tey uppliva álvarsligan og harðrendan muslimskan ágang mótvegis kristnum minnillutabólkum.

28-ára gamli Rani Rafaat varð dripin  27. apríl 2022. Hann varð raktur av 12 skotum. Tvær vikur aftaná deyða Ranis hevur drápsmaður hansara gjørt eitt filmsbrot, har hann ákærir Rani Rafaat fyri at hava muslimskar kvinnuvinir.

”27. apríl byrjaði sum ein frálíkur dagur.” greiðir pápin hjá Rani Rafaat frá. Saman við mammu Rani Rafaats høvdu tey verið ein túr í Mar Mina-kleystrinum. “Á veg heimaftur verður Rani ringdur upp av einum viðskiftafólki, ið hevði tørv á onkrum úr krambúð hansara. Vit fóru við Rani til krambúðina, men hann segði, at vit bara kundu fara heim, tí so fór hann at koma seinni. Men hann vendi aldri heimaftur. Vit vóru júst komin heim og innum dyrnar, tá telefonin ringdi, og vit fingu at vita, at hann var vorðin skotin til deyðis.”

Rani Rafaat hevði eina krambúð, har hann seldi landbúnaðarvørur, og umframt hetta undirvísti hann í landbúnaði. Omaná krambúðina búði ein skyldkona, sum sá tilburðin og sjálvt drápið fara fram.

“Eg sá tríggjar maskeraðar menn við automatvápnum. Teir vóru ílatnir svørt klæði, ið líkist tí ISIS-limir nýta. Teir skutu Rani meira enn 20 ferð. So flýggjaðu teir og eg hoyrdi teir skjóta skot upp í luftina, meðan teir róptu “Allahu Akbar,” greiður hon frá. Allahu Akbar merkir Gud er tann størsti og er ein muslimsk takkarbøn.

Pápi Rani skundaði sær til krambúðina eftir telefonsamrøðuna.

“Eg fann hann liggjandi á gólvinum í einum hyli av blóði. Eg varð í sjokk, tá eg sá, at hann var deyður,” sigur pápi Rani.

Álopið í apríl var ikki fyrstu ferð, Rani Rafaat varð raktur av skotum. Í desember 2021 varð hann skotin í beinið, men slapp sær til rýmingar, áðrenn hann var avrættaður.

“Álopsmaðurin varð tá rættiliga skjótt funnin og handtikin. Hann greiddi frá, at hann hevði skotið son mín, tí hann hevur muslimskar vinir á Facebook,” greiðir pápi Rani frá.

Sambært islam eigur ein muslimsk kvinna ikki at gifta seg við einum kristnum manni. Tí halda muslimar lítið um vinaløg millum muslimskar kvinnur og kristnar menn. Aftaná álopið í desember varð familjan hjá Rani trýst til at lata ákærurnar mótvegis álopsmanninum falla, tí sagt var, at hann leið av onkrari sálarligari sjúku.

Rani Rafaat strikaði sín Facebook-profil, fekk sær nýtt telefonnummar og flutti til annan bý fyri at koma sær undan gramlinum um, at hann skuldi hava kvinnuligar muslimskar vinir. Kortini helt slaturin á og gjørdi sítt til, at ein ókendur maður leyp á Rani seks mánaðir aftaná fyrsta álopið.

Í mai mánaða legði drápsmaður Ranis eitt videobrot á YouTube, har hann viðgekk drápið. Í videobrotinum greiðir hann eisini frá, at teir ikki kendu hvønn annan, men at hann kortini var glaður fyri at hava gjørt av við Rani, av tí, at hann hevði muslimskar kvinnuvinir.

Drápið á Rani Rafaat er ikki ein serlig og einastandandi hending í Egyptalandi. 8. Juni varð ein kristin maður stungin til deyðis av einum manni, sum eisini fyrr var vorðin dømdur fyri harðlig álop á kristin.
Open Doors:

Biðið fyri Egpytalandi

  • Biðið um, Gud má grøða traumirnar hjá foreldrunum og hansara tveimum yngru systrum
  • Biðið um, at egyptisk kristin ikki mega gerast óttafull vegna ógvisligu álopini, tey her eru vitni til.
  • Biðið um, at Gud má nerta við harðskapssinnaðar muslimar, so teir verða umvendir.
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina