Aftur til forsíðu

Úr galluni og upp á brúnna

Mynd: Torleif Johannesen

Úr galluni og upp á brúnna

-Eg havi ikki siglt nógv, men mær dámar at sigla. Eg havi siglt mest sum avloysari og roynt eitt sindur av hvørjum, tí eg havi verið við trolara, línuskipi og garnaskipi. Harafturat var eg í starvsvenjing í fólkaskúlanum við nótaskipi. Eg haldi, tað er stuttligast við línu. Tað mest rokaliga, er trol, og gørn eru best, tá tað ræður um arbeiðshættir umborð.-
Tað sigur 23 ára gamli Rani Kjærbo í Havn, sum siglir sum kokkur við garnaskipinum Varðborg.

-Eg ætli mær á skiparaskúlan hjá Mærsk í Svendborg í januar, og har taka skipsføraraútbúgving yvir fýra ár. Eg havi annars kokkaskúla og dámar væl at gera mat; men nú verður ætlandi arbeiðið í galluni skift út við arbeiðið á brúnni. Skipsføraraútbúgvingin er fjølbroytt, so hon kann eisini geva arbeiði á landi,- sigur hann.

-Tað hevur ikki verið lætt at taka hesa avgerð. Eg havi verið á Bíbliuskúla í Norra og ætlaði at lesa mannafrøði (antropologi) har. Tað var so leingi at bíða eftir svari úr Norra, at eg fekk hug at søkja inn til Mærsk. Eg var til ymiskar upptøkuroyndir og fekk so játtandi svar. Eg varð ordiliga glaður fyri svarið, men so tveir dagar aftaná, fekk eg játtandi svar úr Norra eisini. Eg helt tó fast við Mærsk og hvíli í, at Gud hevur vegleitt meg; tí tað er mín støðuga bøn, sigur Rani Kjærbo, at enda.

LES EISINI  Juice - dreingjabíbliubólkur á Toftum

Rana og sjófólkunum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

Undanfarna grein

Øssur fer úr starvi

Les grein

Síggja vit Guds mynd?

Les grein
Næsta grein
A+