16. mars verður aftur 60+

60+ var fyrstu ferð í 2015, og áhugin er bara vaksin síðani tá. 60+ er ein hugnaligur og uppbyggjandi dagur, fyri tey, sum eru 60 ár og eldri. Dagurin er fyltur við áhugaverdum frásøgnum, góðum felagssangi, lekkrum mati og pausum, har ein kann hugna sær saman.

Byrjað verður klokkan 9.30 við morgunbita. Klokkan 10.15 er andakt umframt bøn og sangur. Klokkan 11.00 er áhugatími við Kristu Magnussen við evninum “mín dreymaferð til Grønlands”.

Aftaná døgurða koma fyrrverandi limir í Útnorðurránum at siga frá góðum søgum og syngja. Eisini verður góður felagssangur. Tiltakið endar klokkan 16.00.

Tað er avmarkað pláss, tískil verður heitt á áhugaði at melda seg til, áðrenn tað tiltakið verður fultteknað. Tilmelding fer fram á www.mission.fo/tilmelding ella við at ringja til 470000. telefonin svarar frá kl. 09.00 – 12.00 gerandisdagar, tó til kl. 15 fríggjadag.

Kostnaður fyri dagin er kr 375,00 og seinasta freist at melda til er 11. mars.

LES EISINI  Tórun farin úr starvi

Skrá fyri dagin

kl. 09.30 Koma, móttøka morgunbiti

kl. 10.15 Morgunandakt

kl. 11.00 Mín dreymaferð til Grønlands

                     V/Kristu Magnussen

kl. 13.00 Døgurði, omaná og kaffi/te

kl. 14.00 Søgur og sangur frá gamla Útnorðurráðnum

      Felagssangur

kl. 16.00 Taka samanum og heimferð

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina