20.000 vitnisburðar og bønir í fýra dagar

Í november 2015 fór SAT-7 PARS á sosiala netverkið Telegram fyri at bjóða iranskum kristnum eitt stað, har tey kundu deila bønir og vitnisburðar við onnur.

Hóast tað formliga er loyvt at vera virkin kristin í Iran, so er veruleikin øðrvísi – serliga fyri kristin, sum fyrr hava verið muslimar. Á yvirlitinum hjá Open Doors yvir londini, har tað er truplast at vera kristin, er Iran á níggjunda plássi. Men tó eru umleið 420.000 iranar, sum nú játta seg sum kristin. Tað eru 420.000 menniskju, sum hava tørv á stuðli, styrki og onkrum at luta kristna boðskapin við.

SAT-7 PARS fór á Telegram í november, og tað er ikki, sum nógvir aðrir sosialir miðlar, forboðið í Iran. Undirtøkan var sera góð. Bara fýra teir fyrstu dagarnar fekk rásin fleiri enn 20.000 íkøst frá farsitalandi brúkarum við bønum og vitnisburðum, og eftir eina viku høvdu 1.000 brúkarar tikið Bíbliuna á farsi niður av Telegram-síðuni hjá SAT-7.