20 ára hátíðarhald hjá KRIS
Í gjár 15. september, kundi hjálparfelagsskapurin, KRIS,hátíðarhalda 20 ára føðingardag. Kris bjóðaði til almennamóttøku í húsi teirra á Toftum frá klokkan 14.00 til 18.00. Klokkan 14 bjóðaði Beinta M. Petersen, forkvinna í nevndini fyri KRIS, vælkomin. Hon fegnaðist um tað stóra, áhaldandi og týdningarmikla arbeiðið, felagsskapurin hevur gjørt hesi 20 árini, ja, longri enn tað. Hon takkaði og rósti Gvøðbjørg West, dagliga leiðaranum og óivað størstu eldsálini aftanfyri KRIS. Síðani sang Elin B. Heinesen sangin: “Eitt dýpið av dýrari tíð.”
Byrjaði í tí smáa
So fekk Gvøðbjørg West, dagligi leiðarin, orðið. Hon takkaði eisini fyri arbeiðið og segði í stuttum frá, hvussu hon var leidd inn í tað. Arbeiðið byrjaði tvey ár, áðrenn felagsskapurin formelt varð stovnaður.
Hon nevndi eisini, at nógv offur fyri kynsligum ágangi hava verið inni í heimi teirra í Klaksvík og tosað um neyðina, tey vóru í. Harafturat ringdu mong bæði dag og nátt, so tað var stríggið til tíðir.
Tað byrjaði í kjallaranum í Kristianskirkjuni, og so hevur felagsskapurin hildið til í ymiskum hølum, til hann fyri umleið tveimum árum síðan fekk síni egnu høli á Toftum. Hon fegnaðist um, at KRIS nú hevur fýra starvsfólk, sum kunnu veita fólki køna hjálp, sum hava verið fyri kynsligum ágangi.
Síðani fekk Elsebeth M. Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna í almannamálum, orðið. Hon takkaði eisini fyri góða arbeiðið, sum KRIS ger, og sum eisini er við til at bróta tøgnina í hesum álvarsama máli. Kynsligur ágangur kann oyðileggja lívið hjá ofrunum, tí skal hetta tosast um og takast hond um. Tað eru eldsálirnar, sum flyta tingini, og tað er eisini galdandi í KRIS.
Jenis av Rana, landsstýrismaður, kundi ikki vera við, so Bill Justinussen bar heilsanina frá honum. Hann segði millum annað, at søgan hjá KRIS er grípandi. Eisini tí tey brutu upp um armar og gingu inn í hetta álvarsmál. KRIS fekk mótstøðu, serliga tey fyrstu árini, men í dag hava tey hjálpt mongum og standa saman við ofrum og avvarandi í hesum arbeiðinum.
Fleiri hjálparbólkar
Ove Heinesen, bólkaleiðari í mannfólkabólkinum, bar eisini eina heilsan fram. Hann takkaði eisini fyri arbeiðið hjá KRIS, sum hevur hjálpt mongum. Hann nevndi, at nú eru fýra kvinnubólkar og ein mannfólkabólkur. Ofrini fyri kynsligum ágangi hava tørv á at tosa; menn við menn og kvinnur við kvinnur. Í bólkinum royna teir at seta sunn mørk fyri seg og onnur, so teir kunnu læra at ”liva við áganginum, men ikki í honum”.
Johannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu, bar eisini eina tøkk og heilsan. Hann var fegin um, at tveir hjálparfelagsskapir hava høli í kommununi – KRIS og Blákrossheimið. Hann ynskti eisini til lukku og signing við arbeiðinum og rætti dagliga leiðaranum eina gávu frá kommununi.
So sang Jens Marni Hansen. Aftaná var orðið frítt, og nøkur tóku orðið og tosaðu um neyðina og ta hjálp, sum KRIS hevur veitt og framvegis veitir teimum.
So var ein góður drekkamunnur at fáa. Eini 55 fólk vóru til løtuna, og nøkur komu afturat aftaná.
Til lukku KRIS og Guds signing við arbeiðinum.