230 konfirmantar á legu

Nú um dagarnar er konfirmantalegu í Nesvík. Eini 230 konfirmantar eru saman við prestum komnir úr at kalla øllum landinum á legu, og á skránni er bæði undirvísing og ymiskt til stuttleika.

Ofta hava einstakir prestar skipað fyri legum fyri sínar konfirmantar, men hesi seinastu árini hava verið felags konfirmantalegur, sum kunnu geva nakað, sum tann vanliga konfirmantaundirvísingin ikki nær. Hetta er tólvta legan, har allir prestarnir í landinum vóru bodnir við, og hesaferð eru prestar og konfirmantar úr einum stórum parti av landinum. Og teir báðir legudagarnir eru tætt pakkaðir. Har er nógv á skránni. Undirvísingartímar, bíbliutímar, fyrilestur og filmur – umframt máltíðir, steðgir, sang og alt møguligt undirhald.

– Eg haldi, at tað er ein góð javnvág millum undirvísing og fríløtur. Vit vilja, at konfirmantarnir fáa góða undirvísing og eina góða uppliving, sigur Bergur Debes Joensen, sum hevur verið við konfirmantum á flestøllum konfirmantalegunum.