Aftur til forsíðu

260 milliónir kristin fyri álvarsamari forfylging, og forfylgingin er økt í Vesturafrika og í Kina

260 milliónir kristin fyri álvarsamari forfylging, og forfylgingin er økt í Vesturafrika og í Kina

Fyrr í dag almannakunngjørdi altjóða felagsskapurin Open Doors sín árliga lista yvir forfylgd kristin um allan heim. Heimslistin 2020 er ikki hugaligur lesnaður.

Forfylging av kristnum er framvegis gerandisdagur í meira enn 70 londum. Júst dagførdi listin vísir eitt nú, at kinversku myndugleikarnir hava hert eftirlitið við kristnum og at víðgongt islam breiðir seg í Vesturafrika.

Hundraðtals dripin í kirkjum, gistingarhúsum og akførum á Sri Lanka, Filipsoyggjum og Egyptalandi. Stongdar kirkjur í Kina. Morð, fólkarán og oyðilagdar kirkjur í Burkina Faso. Handtøkur og húsarannsóknir í Iran.

– Tað eru tvey rák aftanfyri øktu hagtølini. Í fyrra lagi er tað yvirgangur við íblástri frá islamistum, so sum á Sri Lanka og í Burkina Faso. Í seinna lagi er tað serlig nationalisma, so sum í India og Kina, ið sær kristna trúgv sum eina hóttan móti tjóðskaparliga samleikanum, sigur Miika Auvinen frá Open Doors.

Ovastu tíggju londini tey somu

Ovastu tíggju londini á listanum eru tey somu sum í fjør. India, sum kom á tíggjunda pláss í fjør, heldur sama pláss. India er alment eitt verðsligt land, men hinduistiska tjóðskaparliga rørslan er styrknað í kjalarvørrinum frá tjóðartingsvalinum í mai í fjør.

LES EISINI  Kristin í Nigeria dripin

Álvarsamasta forfylgingin er framvegis í Norðurkorea, Afganistan og Somalia. Eins og í fjør og fyrraárið verður forfylging av kristnum hildin at vera serstakliga álvarsom í 11 londum. Forfylgingin verður mett at vera sera álvarsom í 34 londum, í mun til 29 lond í fjør. Sum heild er støðan versnað í teimum ovastu 50 londunum.

Víðgongt islam breiðir seg í Afrika

Eitt fyribrigdi, sum ger støðuna verri, er, at ymisk sløg av víðgongdum islam eru styrkt í Norðurafrika, serliga í Sahel-økinum frá Atlantshavinum til afrikanska hornið. Umframt at vera ein hóttan móti kristnum, hóttir hernaðarligt islam stabilitetin í londunum í økinum.

Eritrea, Sudan og Nigeria í Miðafrika vóru longu komin langt upp á listan undanfarin ár. Sambært frágreiðingum frá ST vórðu hundraðtals kristin í Sudan sett í fongsul í vár, hóast al-Bashir, forseti, var koyrdur frá. Vápnaðu álopini hjá islamistiskum fulanum á kristin øki í Miðnigeria hava flutt Nigeria langt upp á listanum. Fulanarnir eru ein av størstu etnisku bólkunum í Sahel-økinum. Túsundtals nigeriansk kristin eru dripin, rænd og neyðtikin, millum annað av yvirgangsfelagsskapinum Boko Haram, uttan at nakrar ákærur eru reistar.

LES EISINI  David umsett Dávid

Burkina Faso flutt seg longst upp

Í Burkina Faso er forfylgingin økt so nógv, at landið er farið frá 61. plássi og heilt uppá á 28. pláss á heimslistanum. Í minsta lagi 50 kristin vórðu dripin í álopum á kirkjur og kristnar skúlar í hesum landi, har einki átrúnaðarligt stríð annars hevur verið nýliga. Túsundtals kristin hava verið noydd at rýma heimanífrá.

Millum tey norðurafrikansku londini er eisini Marokko (frá 35. til 26. pláss) og Algeria (frá 22. til 17. pláss). Tað eru næstan 130.000 kristin í Algeria, og triðingurin av teimum hoyrir til Algerisku protestantisku kirkjuna. Næstan ein fjórðingur av kirkjum teirra hava verið noyddar at lata aftur seinasta árið. Kirkjan er ikki vorðin góðkend alment, hóast hon livir upp til løgfrøðiligu krøvini um tað.

Fyri fyrstu ferð er støðan hjá kristnum eisini versnað í Kamerun, sum er komin upp á topp 50, og í Niger, sum er komið aftur á listan yvir tey ovastu 50 londini. Eisini her er tað víðgongt islam, sum er styrkt.

LES EISINI  Prestur í Tadsjikistan latin leysur tríggjar mánaðir ov tíðliga

Trýstið økist í Kina

Tað er vert at geva gætur, at Kina er farið frá 23. til 27. pláss. Nýggjar átrúnaðarligar lógir avmarka ikki einans húskirkjur undir jørð, men eisini kirkjur, sum staturin hevur góðkent.

Í dagsins Kina er átrúnaður rættiliga friðleysur; summir lærarar og heilsustarvsfólk verða trýst at skriva undir eitt skjal, har tey frásiga sær átrúnaðarliga trúgv. Vakmyndaeftirlit við borgarum við tøkni, sum kennir andlit aftur, verður eisini støðugt breitt út í landinum.

Av øðrum londum uttanfyri Afrika kunnu nevnast Sri Lanka og Bangladesj, ið ávikavist fóru frá 46. til 30. pláss og frá 48. til 38. pláss, orsakað av harðskapi frá islamistum.

Heimslistin 2020 yvir forfylgd kristin

Kelda: Open Doors

Undanfarna grein

Missiónsvikan í Porkeri er byrjað

Les grein

Mong tóku seg úr Norsku kirkjuni í fjør

Les grein
Næsta grein
A+

Trúboðin er ókeypis

...men arbeiðið verður fíggjað við sjálvbodnum gávum.
Dámar tær væl at lesa Trúboðan? So vilja vit fegin spyrja teg, um tú vilt stuðla Trúboðanum.