265 doyptar í fangahúsi fyri kvinnur

Kvinnur í hundraðtali í fangahúsi hava fyri stuttum givið sítt lív til Jesus fyri seinni at verða doyptar í einum fangahúsi í Denver í Colorado.

Hetta skrivar Christian Headlines við støði í eini frásøgn frá CBN News. Tær 265 kvinnurnar játtaðu trúnna og vórðu harnæst doyptar undir eini gudstænastu leidd av fangamissiónini God Behind Bars.

Veking handan rimar
”265 kvinnuligir fangar vórðu doyptar í okkara Denver Women’s Correctional Facility. Nógvar av kvinnunum góvu sítt lív til Jesus og vórðu alt fyri eitt doyptar. Hetta er veking handan rimar!” skrivaði God Behind Bars á Instagram.

Ein av fangunum, ið verður rópt Sunshine, greiddi God Behind Bars frá, at hon ”kendi alla hesa upplivingina týðandi og meiningsfulla”.

Droyma um veking í 5000 fangahúsum
Fangamissiónin byrjaði sína tænastu við gudstænastum í einum fangahúsi í Nevada í 2009. Nú sigur stovnarin og CEO í God Behind Bars, Jake Bodine, at tær fongslaðu kvinnurnar undir gudstænastuni ”byrjaðu at streyma inn í hølið, har tær prísaðu Harranum”.

Hendingin hevði so stóra ávirkan á God Behind Bars toymið, sigur Jake Bodine.

”Okkara toymi byrjaði at droyma: Hugsið tykkum, um vit kundu endurskapað hetta í 5.000 fangahúsum kring allan heim,” segði hann.

Eftir hetta hevði GBB hildið enn eina fangahúsgudstænastu, hesuferð í einum fangahúsi í Oklahoma, har heili 90% av fangunum tóku lut.
Og eftir hetta hevur God Behind Bars víðkað um sítt virksemi til nú at umfata alt USA.


Nýggj mentan í fangahúsunum
Vit fingu møguleika fyri at byggja upp og menna eitt arbeiði í Alaska, Colorado, Florida, og Texas,” kunnar Jake Bodine okkum um.

”So byrjaðu fangavørðirnir at greiða okkum frá, at mentanin í fangahúsinum broyttist dag frá degi, og at menn og kvinnur í fangahúsinum fingu betri sjálvsvirði. Vit sóu fangar og familjur verða sameind á fyrsta sinni. Og tað okkara toymi fyri tað mesta hoyrdi, var, at eftir einum tíma(undir gudstænastuni,red.) kendist tað, sum vóru tey ikki longur í fangahúsi.”


Hoyrdu um Jesus á fyrsta sinni

God Behind Bars hevur eitt samstarv við kristna tónleikabólkin, Maverick City Music og sangaran, Kirk Franklin. Har er somuleiðis eisini eitt fangakór við, tá hildið verður gudstænasta í einum fangahúsi í syðra parti av Florida.

”Fangar í túsundatali tilbóðu Harran inni í einum maximum-security prison! GÁSAHOLD!” skrivaði bólkurin seinni og skoytti uppí: ”Fyri onkrar av teim innsettu var tað allarfyrstu ferð, tey hoyrdu navnið, Jesus. Í hesum fangahúsi hava vit sæð fangar í hundraðtali geva sítt lív til Jesus hesar báðar seinastu mánaðirnar.”
Udfordringen: Bodil Lanting

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina