3000 ára gomul talva váttar bíbliusøguna

Eitt nýtt fornfrøðiligt fund úr Ísrael kann vísa seg at vera eitt av týdningarmiklastu fundunum í nýggjari tíð, tá tað váttar eina siðbundna, konservativa fatan av søguni sambært Gamla Testamenti.

31.3.2022 legði ein sera eldhugaður, Scott Stripling frá The Bible Seminary í Katy í Texas fram eina lítlu blýggj-talvu við 40 gamalhebraiskum stavum. Teksturin er eftir øllum at døma í tráð við 5. Mósebók 27,15-26 og Jósva 8,30 og ávarar um Guds revsing yvir ísraelittar, um teir bróta lóg Guds. Dómsorðini vórðu boðað frá Ebal-fjallinum norðan fyri býin, Nablus, meðan signing Guds yvir tey, ið fylgdu boðum Guds(5.Mós.28,1-11) varð boðað frá fjallinum, Garizim sunnan fyri Nablus.

Dómsorð í kiastiskum líki

Talvan, ið tvær ferðir nevnir navn Guds, varð funnin júst við Ebal-fjallið, har dómsorðini á døgum Mósessar varð boðað. Stavirnir eru fleiri øldir eldri enn nøkur kend hebraisk innskrift úr fornaldar Ísrael”, verður sagt í einum úttalilsi frá The Bible Seminary.

Ein kanningarstova í Prag hevur skannað talvuna og er komin fram til, at teksturin er skrivaður kiastiskt við skapinum A-B-C-C-B-A, ljóðar: “Bannaður, bannaður, bannaður – bannaður av Gudi Harranum. Tú kemur at doyggja bannaður. Sum bannaður fert tú heilt víst at doyggja. Bannaður av Harranum – bannaður, bannaður, bannaður.”

Gerst ikki størri

Scott Stripling hevur undir einum tíðindafundi sagt: “Á einum stigi úr 1 í 10 er hetta ein 10’ari. Tað verður ikki størri enn júst hetta. Um bíbilski teksturin er sannur, so er hetta, tað ein kann vænta sær at finna. Og tað er júst tað, vit her hava funnið!”

Fornfrøðingurin segði eisini, at talvan stavar úr Yngru Bronsuøld – úr 3300-1200 f.kr. Talvan er sostatt umleið 3.000 ára gomul.

Nógvir atfinnarar av gomlu siðbundnu GT-granskingini hava hildið, at burturferðin úr Egyptalandi og landtøkan av Kánáans landi fóru fram nógv seinni enn ávíst í bíbilsku søgunum. Atfinnararnir finnast at trúvirði Bíbliunnar og um hon er eftirfarandi, tá teir halda uppá, at Mósebøkurnar ikki kunnu vera skrivaðar av Mósesi, tí hebraiska bókstavaraðið ikki var til á hansara døgum.

Men nú standa fornfrøðingarnir so við eini talvu, ið eftir øllum at døma váttar ritverk Mósessar – ella í minsta lagi ta sannroynd, at har vóru fólk til á hansara døgum, ið dugdu at lesa og skriva.

Váttar Bíbliuna

Sambært Scott Stripling staðfestir hesin sensationelli fundurin bíbilsku frásøgurnar. “Tað ber ikki til longur at framføra próvgrundir fyri, at bíbilski teksturin ikki varð skrivaður áðrenn persisku tíðina(559-331 f.Kr.) – sum nógvir kendir atfinnarar hava gjørt fyrr, tí her síggja vit týðiliga, at tað var gjørligt at skriva allan tekstin langt áðrenn hesa tíð.

Tessvegna vippar vágskálin til fyrimunar fyri eina eldri tíðarmerking, og hetta gevur altso ikki atfinningunum hjá teimum, ið eru fyri eini yngri dagfesting nakran styrk”.

’Túsundára-fundur’

Komandi mánaðirnar kemur ein arbeiðsfelagarmett grein út um fundin, lovar Scott Stripling. Starvsfelagi hansara, Gershon Galil frá Haifa University váttar, at fundurin er heilt einastandandi og sera, sera týðandi. “Hetta er ein tekstur, tú bert finnur túsunda-hvørt ár,” segði hann við The Times of Israel.

Blaðið hevur greitt frá, at her mest sannlíkt er talan um “ein av størstu fundum nakrantíð”. “Tað vil vera størsti fundurin, ið váttar navn Guds í landinum Ísrael, og tað fer at flyta tíðina aftur fyri prógvaða ísraelska skrivilist við fleiri øldum. Hetta vísir, at ísraelar dugdu at lesa og skriva, tá teir fóru inn í Heilaga Landið, og at teir tí kundu rita Bíbliuna tá, nakrar av hendingunum fóru fram” skrivaði Times of Israel.
Udfordringen: Bodil Lanting

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina