Býur undir jørð hjá kristnum undan kavi

Fornfrøðiligir fundir í Turkalandi: 2000 ára gamal loyniligur býur undir jørð var loynistaður fyri forfylgd kristin.

Ein býur undir jørð í landsynningshorninum av Turkalandi, ið varð bygdur fyri skjótt 2000 árum síðan, verður hildið at hava verið griðstaður og skjól hjá teim fyrstu kristnu undir rómversku jagstranini av teim kristnu.

Býurin, ið verður kallaður Matiate, liggur í Midyat-økinum í landslutinum, Mardin. Býurin varð funnin í 2020 og verður hildin at vera heimsins størsti býur undir jørð, skrivar Jerusalem Post.

Gani Tarkan, ið er stjóri á Mardin Museum og, sum hevur leiðsluna av útgrevstrinum, sigur, at býurin mest sannlíkt er bygdur sum eitt loynistað fyri kristin, sum flýggjaðu undan rómversku jagstranini av teimum.

Gani Tark

Rúm fyri 70.000

”Býurin Matiate er vorðin nýttur uttan íhald í 1.900 ár. Hann varð fyrst bygdur sum ein loyniligur griðstaður.” segði Tarkan til turkiska tíðindablaðið Daily Sabah.

”Sum mongum kunnugt, so var kristindómurin ikki nøkur almenn trúgv so tíðliga sum í 2. Øld. Familjur og bólkar, ið tóku við kristindóminum, leitaðu sær ofta skjól undir jørð í einum býi, sum var til ella sum tey fóru í holt við, fyri at koma sær undan jagstranini frá Róm.

Møguliga er býurin undir jørð í Midyat økinum ein av búsetingunum, ið varð gjørd til hetta endamálið.”

Gani Tarkan skoytir uppí, at staðið kann hava givið innivist til minst 60.000-70.000 fólk, og at teir eru komnir fram á 50 høli og ein tunnil, ið er meira enn 100 metrar langur.

Matiate

Bæði kirkja og synagoga

Eisini fornfrøðingurin, Lozan Bayar heldur, at Matiate hevur verið ein griðstaður fyri trúgvandi í fornkirkjuni.

”Fyrsta tíðin hjá kristindóminum var Róm undir ávirkan frá heidningum, áðrenn at Róm seinni viðurkendi kristindómin sum almennan átrúnað. Hetta slagið av býum undir jørð var griðstaður fyri fólk, og tey hava eisini biðið teirra bønir har,” segði hann til turkiska miðilin, Hürriyet Daily News.

Fleiri granskarar vilja vera við, sambært The Christian Post, at Matiate bæði hevur havt eina kristna kirkju og eina jødiska synagogu. Í synagoguni er ein stór høll við eini dávidstjørnu á múrinum.

Talgildi miðilin, Live Science skrivar, at hesun býur undir jørð á fyrsta sinni varð umrøddur í assyriskum skjølum úr 9. Øld. Staðið er nær nøkrum kálksteinsholum, og hetta er mest sannlíkt orsøkin til, at býurin varð kallaður, Matiate, ið merkir “holubýur.”
Udfordringen: Bodil Lanting

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina