Nýggj gransking: Asteroida legði fornaldarbý í oyði – kann vera Sodoma úr Bíbliuni

Umleið 8000 menniskju lógu eftir øllum at døma eftirá, tá ein asteroida fyri meira enn 3.600 árum síðani brast við býin Tall el-Hammam.

Tall el-Hammam liggur í Jordan, stutt norðanfyri Deyðahavið.
Í mittastu bronsuøld, fyri umleið 4000 árum síðani, var hesin býur ein tann størsti í Miðeystri.

Innanfyri býarmúrarnar fevndi býurin yvir eitt øki upp á 350 “mál”. Tað merkti, at hesin býur var umleið 10 ferðir so stórur sum Jerúsalem var um hetta mundið.

Mynd av Tall el-Hammam í 2007

Gróvu í 16 ár

Í 2005 byrjaði ein bólkur av granskarum og fornfrøðingum at grava út leivdirnar av fornaldarbýnum, skriva tey í Nature.com.
Fornfrøðingarnir hava millum annað funnið fram til eina 1,5 metra tjúkka lind av koli og øsku, ið dekkar alt býarøkið.

Tey skriva, at prógv er funnið fyri, at hesin býur varð lagdur í oyði umleið 1650 f.kr – ella fyri meira enn 3.650 árum síðani.

Sambært granskarunum hendi oyðingin á tann hátt, at ein asteroida brast umleið fíra kilometrar omanfyri býin.

Bresturin elvdi til hita upp á meira enn 2000 gradir, ógvusligar eldsbrunar og verri ódnir enn tær ringastu tornadoirnar, vit vita um at siga.

Myndin í neðra varð tikin fleiri ár aftaná Tunguska-hendingina í Sibirien. Júst hvat brast yvir jørðina í 1908 er ikki staðfest, men tað er mest sannlíkt ein meteorur ella ein lítil komet.

Granskararnir meta brestin at vera 1000 ferðir so kraftigan sum kjarnorkubumban, ið legði Hiroshima í oyði í 1945.

1000 ferðir Hiroshima

Hetta grunda granskarnir á eitt nú fund av smeltaðum jarni og øðrum jarðfrøðiligum lutum.

Tall el-Hammam hevði umleið 8000 íbúgvar, tá býurin varð lagdur í oyði. Fornfrøðingar hava funnið 10 beinagrindir, men siga seg rokna við, at helst allir íbúgvarnir í býnum fórust í brestinum.

Tað hevur verið kent frá slíkum asteroidu-brestum fyrr, at tað elvur til mikla oyðing, tá asteroidurnar bresta omanfyri jørðina.

Seinast fyri fýra árum síðani, tá ein asteroida brast við eysturstrond Russlands. Hon hevði eina megi upp á 10 ferðir Hiroshima-bumbuna.

Í 2013 fingu 1400 menniskju skaða, tá ein meteor brast yvir Tsjeljabinsk í Russlandi.


Bíbliunnar Sodoma

Granskarir nevna eitt kjak, um Tall el-Hammam møguliga kann vera býurin Sodoma úr Gamla Testamenti í Bíbliuni.

Í 1.Mósebók verður tað umtalað og lýst, hvussu Gud “druknaði” Sodoma í “svávuli og  eldi”. Bíblian nevnir orsøkina at vera gudloysi og botnleysa synd íbúgvanna.

Lýsingin «svávul og eldur» hóskar væl til, hvussu íbúgvarnir mugu hava upplivað oyðingina av býnum Tall el-Hammam.

Í greinini í Nature.com skriva granskararnir, at spurningurin um, hvørt Tall el-Hammam er Sodoma, er uttanfyri karmin av tí, tey vórðu sett at kanna.

Tey knýta afturat, at lýsingin úr 1.Mósebók passar væl saman við tí, sum nú er kent um oyðingina av Tall el-Hammam.

NRK: Kristian Elster 2021

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina