Nýggj gransking váttar frásagnir Bíbliunnar

Á DR.dk kanst tú lesa um eina asteroidu, ið fyri um 3.600 árum síðani rakti býin Tall el-Hammam við Jordanánna í Miðeystri. Sprongingin, ið hendi í fýra km hædd yvir jørðini, elvdi til eina ógvusliga eldflammu, sum hvørki teir 8000 íbúgvarnir ella djórini væntandi kunnu hava yvirlivað.

Fyri bíbliulesarar kallar lýsingin myndina fram um oyðing Sodoma og Gomorra(1.Mós.19), hóast DR.dk ikki umtalar henda møguleika. Tað ger hinvegin høvundurin av metsølubókini, “Is Atheism Dead?”, Eric Metaxas. Og kristin eiga ikki at vera tigandi um hesa vitan, tí nógv av nýggjastu granskingini bendir júst á, at Gud er til! Staðfestir hann.

Eitt paradigmu-skifti
Eric Metaxas, ið er ein kendur politisk konservativur útvarpsvertur og kjakari í USA, skrivar í síni nýggju bók, at “ateisman er ósambærilig við vísindina”, og tí má kirkjan koma inn í stríðið, heldur hann.

Í eini samrøðu í “The Christian Post”, greiðir Metaxas frá, at vit eru í einum paradigmu-skifti, tí bæði fornfrøðin og vísindin týðiliga vísa á, at Gud er til. Tey, ið eru ímóti kristindóminum, brýggja seg ikki um tað, staðfestir hann.

“Vit hava øll livað í og kent til eina tíð, har vísindin hevur víst okkum burtur frá Gudi. Samstundis hava vit í meir enn eina øld livað við tí frásøgn, at vísindin grundleggjandi er í andsøgn við trúnna, og at vit og skil er í stríð við trúnna,” greiðir Eric Metaxas frá í samrøðuni.

“Tað einasta, øll hava endurtikið, er, at vísindin leiðir burtur frá øllum átrúnaði. Ironiskt nokk er tað júst tað øvugta, ið er hent hesa seinastu hálvu øldina. Vísindin leiðir okkum til Guds. Tað er stórtíðindi,” leggur hann dent á.

Ein alheimur uttan skapara?
Í seinastu bók síni, “Is Atheism Dead?” avdúkar Metaxas nýggj prógv ella próvgrundir, ið ganga ímóti hugsanini um ein alheim uttan ein skapara. Her vísir hann á nýggjan kunnleika frá dugnaligastu vísindamonnum okkara og fimm vísindalig fund, sum – sambært Metaxas – prógva, at ateisman er ólogisk.

Tí er hann sera upptikin av boðskapinum í nýggju bók síni, sum hann sjálvur heldur er hin mest týðandi bókin, hann hevur skrivað. Tí kristin mugu búgva seg til bæði at standa føst í trúnni – og bera hana fram. Enntá opið og týðiliga.

Eric Metaxas

“Ateisman er deyð,”
Eric Metaxas

Eitt av fornfrøðiligu fundunum, ið hevur upptikið Metaxas einamest, er tað økið, ið av fleiri granskarum verður eyðmerkt sum tað bíbilska Sodoma. Fornfrøðiligu fundirnir, ið sýna oyðingina av asteroidum ella meteorum av býnum Tall El-Hammam minna sera nógv um tær lýsingar, Bíblian kemur við av oyðing Sodomas sum eitt svar upp á óndskap menniskjans í býnum.

Afturljóð fjølmiðlaheimsins
“Tey flestu trúgvandi, og avgjørt tey flestu ikki trúgvandi kenna onki til hesar upplýsingar. Tað er tí vit liva í “Afturljóði fjølmiðlaheimsins”, sum hava lyndi til at síla slíka kunning frá. Men við náði Guds eri eg “dottin fram á” tilfarið,” greiðir Erik Metaxas frá.

Bók hansara er í heiti og útsjónd eitt mótsvar til eitt eintak av  Time Magazine frá 1966, har kápan provokerandi spyr, “Is God Dead?”

“Møguliga var tað ein viðkomandi spurningar at spyrja í 1966, hvørt Gud er deyður. Men nú, tá vísindin sjálv vísir á, at Gud er til, er logiski spurningurin – hóast tað ljóðar undarligt – kanska, at tíðin nú er komin at skriva eina bók við heitinum, “Er ateisman deyð?”

Stuðlar kristindóminum – máar undan ateismuni
Við støði í gransking síni sigur Metaxas, at vísindin, fornfrøðin og søgan ikke bert staðfestir kristindómin, men eisini máa tær støði undan ateismuni.

Tað er ikki satt, at bíbilskar dátur eru í andsøgn við vísindina. Tvørturímóti. Og hetta merkir so harumframt hesi bæði, greiðir Eric Metaxas frá:

“Fyri tað fyrsta, sambært útsøgnum John Lennox’, at tað nú er ateisman, ið er ósambærilig við vísindina”, ið er ein ógvuslig útsøgn í sjálvum sær. Fyri tað næsta, at kristna trúgvin hevur ført til nútímans vísindina. Hetta er ein søgulig sannroynd, hóast ikki mong vita av hesum.”

– Seinastu tíðina hava vísindalig framstig,  um alheimin, um mannaættina, um kyknulív, ið er so nett og fínt og fullkomið innstillað, skelkað ateistar. Júst hetta vita teir als ikki, hvat teir skulu siga til, skoytir hann upp í.

Tess meira framkomin, tøknin gerst, tess meira vísir hon á tankan um, at har má hava verið ein skapari av alheiminum. Her nevnir Metaxas kompleksitetin av vatni og plátutektonikki.

“Ein og hvør trúgvandi má skilja, hvussu øtiliga stór, hesi framtøk eru. Tess meira, tú hyggur at vísindini, tess meira mást tú hugsa: “Eg kann nærum ikki klára hetta!” Her er so nógv, ið peikar til Guds…allastaðni, eisini í vatni og erosión. Tað fær ein til meir og meir at síggja, at Gud er enn størri enn nakar okkara kundi havt droymt um,” sigur hann.

’Trúgv okkara er sannleikin’
Metaxas gerst keddur og stúrin at nøkur kristin ”keypa tað verðsligu frágreiðingina” um, at tað bert er møguligt at trúgva á Jesus og Bíbliuna til trúgvin vísir seg at vera í andsøgn við vísindina.

“Tað er ikki henda trúgvin, Gud hevur áhugað í. Hann vil ikki hava teg at trúgva upp á nakað, sum ikki er satt allan vegin. Hann er sannleikin. Annaðhvørt stóð Jesus upp likamliga – ella gjørdi hann tað ikki, staðfestir høvundurin og skoytir uppí:

”Um vit parkera okkara trúgv í einum horni, so eru vit í ferð við at moderera og seta fyrivarni við okkara trúgv. Trúgv okkara skal umfata alt: vísindina, matematikkina, søguna, alt. Vit mugu verða meira djørv til at siga: “Um hetta er satt, so er tað satt allastaðni”.

Ljós Guds í síðstu tíðunum
“Eg trúgvi, at her í síðstu tíðunum, har ymiskt verður avdúkað ymsastaðni í heiminum, har fer Gud at lata ljós sítt skína alt meira týðiliga. Hann letur okkum síggja ymiskt gjøgnum vísindina og fornfrøðina… Tað gerst alt meira trupult at nokta fyri honum,” sigur Eric Metaxas.

Nýggja bókin er skrivað til ein og hvønn, ið ynskir at læra við einum opnum sinni. Men fyrst og fremst skal bókin fáa tey kristnu til at vakna.

Eric Metaxas hevur eisini skrivað bók um Bonhoeffer, ið finst á donskum
– Eg skrivaði í míni Bonhoeffer-bók, at kirkjan var trupul at vekja upp. Og tað er júst so, tað ikki skal vera. Vit mugu rakna við og stríðast. Gud hevur kallað okkum at stríðast móti tí ónda. Hann hevur kallað okkum til at stríðast á knøum okkara men eisini á  øllum møguligum økjum.
Partur av orsøkini til, at eg skrivaði bókina er, at eg ætlaði at siga við menniskju: Hetta er ikki heimspeki. Trúgv okkara er sannleikin. Soleiðis er tað. Gud hevur givið okkum hetta fyri at geva okkum styrki. Og kirkja Guds skal stríðast – rustað við kunnleika.
Udfordringen: Bodil Lanting

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina