Gev Bíbliuni ein kjans…

Bókin, “Før du åbner din Bibel” fyrireikar og eggjar okkum til at opna Guds orð. Tað kunnu vera mangar orsøkir til, at vit ikki fáa upp í lag at lesa Guds orð. Matt Smethurst gevur okkum níggju lyklar, sum fyrireika og eggja okkum á vegnum. Í fororðunum skrivar hann:


”Uttan mun til um tú ert nýggjur í trúnni ella hevur fylgt Jesusi í langa tíð, ella kanska bara er í fer við at kanna, hvat kristindómur er fyri nakað, so vóni eg, at henda bókin fer at hjálpa til at opna tíni eygu fyri øllum tí, sum bíðar tær í Guds orði, og tí, sum tú kanska ikki varnast bara orsaka av tíni áskoðan”.

Forlag: Logos Media
Útgivin: 2022
Blaðsíður: 88

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina