32,6 mió Bíbliur býttar út

Yvirlit yvir mongdina av Bíblium, Nýggja Testamentum og bíbliupørtum, ið býttar vórðu út í 2021, er henda: Meira enn 32,6 milliónir Bíbliur vórðu býttar út um heimin; 2 milliónir meiri enn í 2020; 5,1 milliónir Nýggja Testamenti og 132,1 milliónir bíbliupartar!


Landafrøðiliga soleiðis:

Koronafarsóttin skapti mangar veruligar trupulleikar við útbýtingini.

Heimsins 152 bíbliufeløg megnaðu tó at vinna á útbýtingartrupulleikanum og kundu metta tørvin, sum farsóttin elvdi – takkað verið gevarahuganum frá fjøldum av menniskjum um allan heim. 


Umleið tveir triðingar av teimum, býttar vórðu út um heimin, komu frá 10 bibliufeløgum.


Hesi bíbliufeløg lógu á odda: Brasil 5,9 milliónir; USA 2,7 milliónir; Nigeria 2,3 milliónir; India 2,2 milliónir og Filpsoyggjar 1,7 milliónir Bíbliur.

Tørvurin á Bíblium í heiminum er framvegis alstórur og menniskju í milliónatali ynskja sær eina Bíbliu.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina