Kina: 344 prestar undirskrivað trúaryvirlýsing

Orsakað av økta eftirlitinum hjá kommunistisku stjórnini í Kina, hava 344 prestar nú undirskrivað eina felags trúaryvirlýsing, til tess at kunna standa saman mótvegis landsins valdsharrum.

Prestarnir, sum hava undirskrivað yvirlýsingina, staðfesta, at teir bæði eru kinesarar og kristnir og eru innsettir av Gudi sum prestar í kinesiskum býum og bygdum. Síðani verður sagt:
“Vit trúgva og eru bundin til at læra heimin, at tann eini sanni og livandi tríeindi Gud, er skapari av alheiminum og øllum menniskjum. Vit trúgva og eru bundin til at læra, at øll menniskju, frá tjóðskaparligum leiðarum til biddarar og fongslað, hava syndað. Tey fara einaferð at doyggja og síðani verða tey dømd rættvíst. Uttan Guds náði og endurloysing fara øll menniskjur at glatast. Vit trúgva og eru bundin til at læra heimin, at tann krossfesti og upprisni Jesus, er tann einasti Harri yvir alheims kirkjuni, tann einasti frelsarin hjá allari mannaættini og tann ævigi valdsharrin og ovasti dómari yvir alheiminum. Øllum, sum umvenda seg og trúgva á hann, vil Gud geva ævigt lív og eitt ævigt ríki”.
Fráboðanin vendir sær beinleiðis til kinesisku stjórnina við einum lista við fýra yvirskriftum. Her staðfesta prestarnir, at tær kristnu kirkjurnar í Kina treytaleyst trúgva, at Bíblian er Guds orð og opinbering. Tey undirstrika samstundis, at kristin í Kina eru fús til at líða ella doyggja fyri trúnna á Kristus eins og ættarlið av teimum heilagu.
Tey kristnu í Kina er tó fús til at lýða boðum frá myndugleikum, sum eru innsettir av Gudi. At enda staðfestir bólkurin í ljósinum av omanfyrinevndu orsøkum, at tey “trúgva og eru bundin til at læra øll trúgvandi, at allar sannar kirkjur í Kina, sum hoyra til Kristus, mugu fasthalda skilnaðin millum kirkju og stat og boða Kristus sum einasta høvur kirkjunnar”.
Prestarnir siga at enda, at teir vilja ikki gera nakra neyðsemju, uttan mun til um tað kostar teimum frælsið ella lívið.

LES EISINI  Onkur fer at bøta fyri, at Asia Bibi er leyslatin. Spurningurin er: Hvør?

Kelda: Udfordringen.dk

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina