365 milliónir kristin eru fyri forfylging

Forfylgingin av kristnum heldur fram at vaksa. Mikudagin 24.  januar, legði Open Doors Føroyar World Watch List fram fyri landsins politikarum og umboðum fyri kirkjuligar felagsskapir.

World Watch List er ein árlig frágreiðing frá altjóða missións- og mannarættindafelagsskapinum Open Doors. Henda frágreiðing vísir tey 50 londini í heiminum, har forfylging og mismunur av kristnum eru ringast. WWL vísir, at heilar 365 milliónir kristin nú líða undir stórari forfylging og mismuni orsaka av teirra trúgv. Talið er vaksið við fimm milliónum í mun til í fjør.

Næstan 5.000 kristin vórðu dripin, umleið 43.000 eru vorðin sligin ella hótt og meira enn 278.000 kristin eru noydd burtur frá húsi og heimi ella eru noydd at fjala seg.

Tað er serliga vandamikið at vera kristin í  økjum, sum eru undir eftirliti av kommunismu, islam ella hinduismu. Hetta er eisini galdandi fyri stórar partar av Afrika og Miðeystri umframt tey bæði fólkaríkastu londini Kina og India. Ringast stendur til í Norðurkorea, sum aftur í ár liggur ovast á listanum, og er tað landið í heiminum, har kristin verða mest forfylgd. Open Doors metir, at tað eru umleið 400.000 kristin í Norðurkorea.

LES EISINI  Forfylgd vegna trúgv sína

Síðst í januar leggur Open Doors Føroyar frágreiðingina fram fyri landsins politikarum og umboðum fyri kirkjuligar felagsskapir.

Torfinn Jacobsen týddi

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina