40 føroyingar á altjóða KFS-stevnu í Týsklandi á nýggjárinum

Tá flestu ungu føroyingar triðja jóladag njóta jólafriðin og so smátt fara at hugsa um nýggjárshald, fara um 40 føroyingar av landinum niður til útsynningspartin av Týsklandi. Í døgunum frá 27. desember til 1. januar verður nevniliga stór altjóða stevna undir heitinum “Revive Europe” í Karlsruhe.

Flestu luttakarar úr Føroyum eru miðnámsskúlanæmingar, og tilsamans vænta fyriskipararnir um 3.000 luttakarar úr øllum Evropa.

Vek Evropa

Fyriskipari er IFES Europe (International Fellowship of Evangelical Students), ið føroyska KFS (Kristiligur felagsskapur fyri skúlaungdóm og lesandi) er partur av. Og sum heitið á stevnuni – “Vek Evropa” – boðar frá, er endamálið at vekja ung lesandi millum 18-30 ár til virkna kristna trúgv og at gera tey út til vera við til at bera jólaboðskapin víðari til alt fólkið um frelsaran, sum Gud hevur givið mannaættini. Meira miðvíst vilja fyriskipararnir styrkja evangeliseringina á miðnámsskúlum og universitetum um alt Evropa.

Júst Evropa var í meira enn túsund ár ein miðdepil fyri kristnu trúnna og seinni heimsmissión. Hinvegin hevur júst Evropa eisini gingið á odda í sekulariseringini seinastu mongu áratíggjuni.

LES EISINI  Eru evangeliini álítandi? - Beinleiðis í kvøld

Spennandi og avbjóðandi skrá

Skráin fyri stevnuna er stúvstappað við sera fjølbroyttum innsløgum. Fyrrapartar er undirvísing út frá fyrstu fimm kapittlunum í Ápostlasøguni, og síðani verður farið í smábólkar. Júst byrjanin av Ápostlasøguni leiðir aftur til ídnið hjá teimum fyrstu kristnu fyri gleðiboðskapinum. Seinnapartar kann ein kann velja millum eina røð av breytum og áhugatímum, alt eftir áhuga. Tað eru evni innanfyri trúgv, lívsstíl, evangelisering og trúarverju. Nógv verður eisini gjørt burturúr kvøldmøtunum.

Nýggjársaftan er síðsti vanligi dagur á stevnuni, og gamlaárskvøld verður stevnan eisini endað við einum serligum nýggjárshaldi. Við lovsangi og við at senda hvør annan út í Andans kraft, skal kvøldið bjóða bæði tí nýggja árinum og tí næsta tíggjuáraskeiðnum vælkomin við bøn og vón um, at Gud endurnýggjar Evropa. Tað verður gjørt út frá orðunum í Ápostlasøguni 5,41: “Tey hildu ikki uppat at læra og at boða gleðiboðskapin, at Jesus er Kristus”.

Fleiri av undirvísarunum hava vitjað Føroyar. Eitt nú Sarah Breuel úr Brasil/Italia, ið vitjaði KFS-leguna í vár, Lindsay Brown úr Wales, ið vitjaði KFS í fjør, og Jeff Fountain úr Nýsælandi/Hollandi, ið vitjaði her í 2015. Av øðrum kendum undirvísarum kann nevnast Becky Pippert, ið skrivaði heimskendu bókina “Out of the Saltshaker and into the World” (á donskum “Ud af saltbøssen”).

LES EISINI  Samrøða og Q&A við John Lennox í kvøld

Ragnhard Petersen, KFS-skrivari, sigur, at sum er, eru gott 40 luttakarar úr Føroyum, men enn ber til at tekna seg til Revive Europe. Tó kunnu ferðaseðlar væntast at vera dýrkaðir, nú so nógv er útliðið.

Meira fæst at vita á heimasíðuni hjá tiltakinum, og á facebook-vegginum hjá Revive Føroyar.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina