40 ung til Puls í gjár

Hvørt fríggjakvøld klokkan 21.00 er Puls í Leirvík. Puls er ungdómsmøtið í Leirvíkar missiónshúsi. Í gjár vóru áleið 40 ung samlaði til eina lovsongsløtu. Eitt stórt orkestur við 8 fólk fólkum fylti rúmið við góðum tónum. Á skránni vóru eisini tveir vitnisburðar frá Sjúrði Jensen og Hjalmari Waag Arge. Tveir góðir vitnisburðar um, at tað altíð er best at venda sær til Guds í vreiðini, og um at syndin er dekkað av Jesusi.
Aftaná var drekkamuður, og har hoyrdist nógv prát og látur. Ein sera hugnalig løta at vera við til.

Sí myndir frá Puls omanfyri.

LES EISINI  - Eg leitaði eftir svari… so møtti eg Jesusi
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina