5.-6. flokks legan avlýst

Sunnudagin 11. juli skuldi legan fyri børn í 5.—6. flokki byrja í Nesvík. Men vegna nógvu smittutilburðarnir teir seinastu dagarnar, hevur kornaráðgevingin frámælt okkum at hava legu beint nú. Tí er legan avlýst. Hetta eru vit sera kedd av. Vit vita at bæði børn og leiðarir hava glett seg til leguna, og hava vit roynt at haft leiðreglur, so legunar eru so væl vardar fyri koronu sum møguligt.

Samstundis gleðast vit um, at tað hava verið 6 væl eydnaðar Simbalegur í summar, og enn er legan fyri 6.-7. flokk, sum skal byrja 16. juli, á skránni.

LES EISINI  Missiónsvika útsett
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina