50 ára hátíðarhald fyri KFS
Í 1973 vitjaðu fyrstu KFS-skrivarar í Føroyum. Eitt av úrslitunum av hesum vitjanum varð stovnanin av einum bíbliubólki fyri lesandi. Í ár eru 50 ár liðin, og leygardagin varð hetta hátíðarhildið við einum føðingardegi í Lívdini í Hoyvík.
Ígjøgnum árini hevur KFS verið sæð sum tað sama sum andaktirnar, ið vórðu hildnar á skúlunum í Hoydølum og í Gøtu. Andaktirnar byrjaði í grundini ikki fyrrenn KFS hevði virkað í Føroyum í fimm ár. Felagsskapurin, andaktirnar og legurnar, sum KFS hevur bjóðað, hava gjøgnum árini verið til stóra gleði og signing fyri túsundtals ung á landsins skúlum.
KFS hevur framvegis andaktir og legur, men hevur eisini sum endamál at menna sítt arbeiði á nýggjar hættir. Tað verður ikki minst gjørt umvegis lærusveinaskúlan Sendiboð, sum hvønn mánadag samlar ung úr øllum landinum til undirvísing í lærusveinaskapi. Og sum nakað nýtt er KFS nú eisini virkið á Fróðskaparsetrinum.
– Heimamissiónin ynskir KFS hjartaliga tillukku við teimum 50 árunum, og vit gleðast um stóra arbeiðið, ið verður gjørt, sigur Jákup Brúsá, aðalskrivari í Kirkjuligu Heimamissiónini. Samstundis skal ljóða ein stór tøkk fyri tað arbeiði, sum KFS ígjøgnum árini hevur gjørt fyri at luta evangeliið við okkara ungu. Nógv kunnu hyggja aftur á tað, tey fingu ígjøgnum KFS, við stórum takksemi – eg sjálvur íroknaður. Vit ynskja tykkum Guds ríku signing yvir arbeiðið framyvir.