60+ dagur í Nesvík verður 21. mars

Aftur í ár verður skipað fyri einum 60+ degi. 60+ var fyrstu ferð í 2015, og áhugin er bara vaksin síðani. Um tú ert 60 ár ella eldri, hevur tú nú ein møguleika at møta til ein hugnaligan dag saman við tínum javnaldrum og njóta ein góðan boðskap og góða samveru í Nesvík. Í ár verður 60+ dagurin leygardagin 21. mars.

Byrjað verður klokkan 9.30 við morgunmati. Klokkan 10.30 er ein andakt við Hanusi Lassen umframt bøn, tala og sangur. Klokkan 11.00 eru tveir áhugatímar við Elsu og Róland í Skorini og felagssangur og rørsla við Hansu.

Aftaná døgurða fara Henry Christiansen og Sólbjørg Mortensen Símunarson at greiða frá hendingum í lívinum. Klokkan 15.30 verður aftur felagssangur og tiltakið endar klokkan 16.00.

Tað er avmarkað pláss, tískil verður heitt á at melda seg til, áðrenn tað verður fult. Tilmelding fer fram á www.mission.fo ella við at ringja til 470000.

Kostnaður fyri dagin er 300,- og seinasta freist at melda seg er 14.mars 2020.

LES EISINI  16. mars verður aftur 60+

 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina